Tráðleyst internet

Tráðleyst internet (Wi-Fi) er ógvuliga vanligt í Føroyum – bæði í skúlum og heima við hús – og ger tað óneyðugt at binda teldu og routara saman við leidningi. Tráðleyst internet virkar á tann hátt, at bæði rutari og telda (ið hevur Wi-Fi sett til), senda út sonevndar mikrobylgjur (elektromagnetiskar geislar), sum treingja ígjøgnum luft og veggir.
Mikrobylgjurnar treingja eisini djúpt inn í mannakroppin og kunnu elva til kyknubroytingar og somuleiðis kunnu geislarnar elva til bæði einkult og dupult brot á DNA streingir. Dupultbrotini eru serliga álvarslig. Geislingin av tráðleysa internetinum verður ofta máld í mikrowatt/m² (µW/m²).

Europa Ráðið hevur heitt á skúlar og stovnar, har børn og ung eru, at hugsa seg um bæði eina, tvær og tríggjar ferð, áðrenn Wi-Fi verður sett upp. Í niðurstøðu (resolusjón 1815) frá 2011 mælir Europa-Ráðið sínum 47 limalondum frá at seta upp tráðleyst internet, tí tað er heilsuskaðiligt. Ístaðin verður mælt skúlum at brúka fastnetssamband.
Týskland og Sveits hava hesa ávaringina til teirra skúlar um WiFi. Í Týsklandi mæla tey skúlum til at avmarka nýtsluna av Wi-Fi, har børn og ung uppihalda sær, skrivar enska ávísin The Independent. Sveits, ið hýsir bæði heimsheilsustovninum WHO og CERN bitla-granskingarætlanini, gevur øllum skúlum frítt fiburoptiskt-internet, so skúlanæmingar ikki verða útsettir fyri áhaldandi geisling frá tráðleysum interneti.

Franska landsbókasavnið og fleiri onnur bókasøvn í París sløktu fyri Wi-Fi í 2008. Frakland lóggav í 2013, at fyrivarnisprinsippið skal verða galdandi á øllum almennum stovnum og fronskum skúlum viðv. elektromagnetiskari geisling, herundir Wi-Fi. Fleiri lond og landaøkir hava sett tiltøk í verk ímóti WiFi.

Magda Havas, professari í ‘Environmental and Resource Studies’ í Ontario, Kanada, vísir í “Analysis of Health and Environmental Effects of Proposed San Francisco Earthlink Wi-Fi Network”, til kanningar, ið vísa, hvussu mikrobylgjur (t.d. Wi-Fi) ávirka fólk, djór og náttúruna. Her niðanfyri eru nøkur dømi:

  • 20 mikrowatt/m²: Ólag á svøvninum, óvanligt blóðtrýst, nervøsitetur, veikleiki, møði, pína í limunum, liðapínu, ólag á sodningini og færri skúlabørn flyta upp.
  • 1.000 mikrowatt/m²: Høvuðpína, svimbul, irritabilitetur, møði, veikleiki, svøvnloysi, pína fyri bringuni, trupulleikar at anda og verri sodning.
  • 2.000–8000 mikrowatt/m²: Øktist talið av blóðkrabba hjá børnum, ið búðu tætt við mikrobylgjusendarar.
  • 3.000 mikrowatt/m²: Verri motoriskar funksjónir, reaktiónstíð og verri uppmerksemi frá skúlanæmingum og broytt kynsrata (tvs. færri fødd dreingjabørn).
  • 5.000 mikrowatt/m²: Biokemiskar og histologiskar broytingar í livur, hjarta, nýrum og heilavevnaði.
  • 10.000 mikrowatt/m²: Broytingar í mitokondria (í kyknukjarnum í heilanum/hippocampus).

Kanadiska dokumentarsendingin The Bigger Picture (eisini nevnd 16:9) kannaði í 2010 eina skúlastovu í Kanada fyri mikrobylgjustyrki, ið hevði tráðleyst internet. Her vísti tað seg, at geislingin var 114 mikrowatt/m² (beint) við telduna (meðan downloada varð) og 2600 mikrowatt/m² við routaran. Hesi tøl eru eisini vanlig í føroyskum heimum, ið hava tráðleyst internet og routara.

Nýggj kanning frá 2011 vísir, at Wi-Fi broytir elektriska aktivitetin í heilanum hjá ungum kvinnum og monnum og minkar um árvakni. Broytingin er eisini kyns-bestemt.

WiFi ávirkar sáðgóðskuna hjá monnum
American Society for Reproductive Medicine prentaði í 2011 kanning, ið vísir, at sáðgóðskan hjá monnum versnar við at uppihalda sær í 4 tímar í rúmi við eini farteldu við Wi-Fi sambandið. Eisini hendu skaðar á DNA í sáðkyknunum.

Uttandura WiFi ávirkar trævøkstur
Ein fyribilskanning í Niðurlondum vísir, at uttandura Wi-Fi-sendistøðir ávirka øskutrø (á donskum ‘asketræ’). Leyvið á trøðunum missir litin, følnar so líðandi og trøini doyggja.

Barry Trower, ið lærdi krígsførslu við mikrobylgjum (Ministry of Defense) í Onglandi í 1960’unum, sigur í punkti 72 í Amended Declaration of Barrie Trower : Trupuleikin við ungum gentum er, at mikrobylgjugeisling hevur víst seg at skaða genetiska bygnaðin í ovariunum. Gentur eru føddar við øllum eggunum teimum tørvar í ovariunum tá tær verða føddar. Hetta eru óbúgvin egg, tískil eru tey útsett fyri skað meðan tey vaksa.

Mikrobylgjur eru genotoxsiskar ( kanningar kunnu ávísa samband til børn, har lágstyrkigeisling frá fartelefonum broytir biokemiina í follicle kyknunum í eggjakamarinum (mammalian egg chamber), tískil kann mikrobylgjugeislingin ávirka genetiska bygnaðin í eggunum. Trupuleikin her er, at mitrokondiu DNA – arveeginleikarnir inni í ovariunum – ikki kunnu reparerast.

Share This