Tráðleyst internet (WiFi) í Klubb 188 í Hoyvík

Lagt út t. 19/07/2011 í Tíðindi | 0 viðmerking

19. juli 2011 kundi heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu greiða frá, at ungdómshúsið í Hoyvík, Klubb 188, skuldi fáa tráðleyst internet (WiFi), og at “tey ungu og ungdómsráðið gleddu seg til, at KLUBB 188 verður meira globalt við WIFI – hot spot skipan”.

Europa-Ráðið (Council of Europe) mælir í resolutión 1815 frá 2011, limalondum sínum frá at seta upp tráðleyst internet, har børn og ung eru, tí kanningar vísa, at geislingin frá tráðleysum interneti (WiFi) er heilsuskaðilig. Ístaðin verður mælt skúlum at brúka fastnet-internet. Her er eitt brot úr resolutiónini, nevnd: Møguligir vandar, ið standast av elektromagnetiskum feltum og ávirkan teirra á umhvørvið:

8.3. viðvíkjandi vernd av børnum:
8.3.2. “fyri børn yvirhøvur – og serliga í skúlum og í flokshølum – at geva vanligum interneti (t.e. fastnet) framíhjárætt, og strangliga avmarkað brúkið hjá skúlabørnum av fartelefonum á skúlaøkinum;”

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This