WHO: Samanhangur millum tráðleysar telefonir og krabbamein í heilanum

Lagt út t. 20/04/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

krabbamein-iarcAltjóða granskingarstovnurin fyri krabbamein (IARC), sum er stovnur undir WHO, er nú komin við endaligari niðurstøðu fyri radiofrekventar bylgjur (mikrobylgjur), eftir at hava viðgjørt evni í heili 2 ár, skrivar Microwave News í dag.

Endaliga niðurstøðan (ein sokallaður monografur: sera gjøll niðurstøða um eitt spesifikt evni – ein gull standardur, so at siga), er í stuttum, at tráðleysar telefonir kunnu elva til krabbamein!

Niðurstøðan hjá IARC at seta radiofrekventar bylgjur (mikrobylgjur) í klassa 2B (møguliga krabbameins-elvandi), verður søgd stutt og í einum setningi:

»POSITIVUR samanhangur er observeraður millum at verða útsett/ur fyri radiofrekventari geisling frá tráðleysum telefonum og glioma (krabbamein byrjaður í heilanum ella beinagrindini) og acoustic glioma (seintvaksandi góðartaður svullur, ið veksur á nervini millum oyrað og heilan)

Tað hevur tikið IARC 2 ár at skriva endaliga monografin, eftir at tað setti mikrobylgjur í klassa 2B í 2011, sum møguliga krabbameinselvandi – ov long tíð meina fleiri kritikarar. Niðurstøðan er bygd á m.a. stóru Interphone kanningina og kanningarliðið hjá Lennart Hardell í Svøríki.

Niðurstøðan var næstan einmæld. Les meira her.

Kanska er tað tíð uppá at fartelefonbrúkarar gera eftir vegleiðingini (manualini) sum fylgjur við t.d. iPhone og Blackberry: Halt fartelefonina minst ein 1,5cm frá kroppinum – altíð!

IPhone ávaringin sæst her (1,5cm): Trýst á fyri størri mynd.

Blackberry ávaringin sæst her (2,5cm): Trýst á fyri størri mynd.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This