Vísindafólk ávara móti 5G tøknini

Lagt út t. 19/03/2018 í Tíðindi | 0 viðmerking

Kanningar vísa, at millimetur-bylgjur (5G), sum amerikanska verjumálaráði brúkar at temja mannamúgvur við, hava neiliga ávirkan á húðina og eyguni hjá fólki.

 

Ísraelsk kanningarúrslit frá altjóða ráðstevnu vísa, at elektromagnetisku frekvensirnir, sum verða brúktir í nýggjasta fartelefon netverkinum, nevnt 5G, eisini verða brúktir til temjing av mannamúgvum.

Núverandi kanningar staðfesta, at hesar bylgjur samskifta beinleiðis við húðina á fólki, og serstakliga við sveittkertlarnar.

Dr. Ben-Ishai frá Alisfrøðideildini á Hebrew University í Ísrael, lýsti fyri kortum, hvussu sveittkertla-rásirnar hjá fólki, uppføra seg sum eina røð av skrúvuskapaðum antennum, tá tær verða geislaðar við hesum bylgjum. Vísindafólkini ráddu til, at fólkaheilsugransking, má verða gjørd, áðrenn 5G tøknin verður tikin í brúk, so almenningurin og umhvørvið verður vart.

“Um tú ert ein av teimum nógvu fólkunum, sum vil hava skjótari download av filmum, spølum og virtuellum ónæriligheitum, er núverandi loysn, um tú ikki hevur nakað ímóti, at tín kroppur er við í eini risastórum eksperimenti. Í hesi løtu, eru íbúgvarnir í Washington DC økinum – líka sum teir í 100 kinesiskum býum – við í einum stórum eksperimentellum millimeturbýlgju-netverki, sum teir ikki havað játtað at verið við í – og alt er goldið av amerikanska skattgjaldanum,” staðfesti Dr. Devra Davies, formaður í Environmental Health Trust.

Dr. Devra Davies

Davies skeyt upp, at Trump administratiónin, átti at fáa til vega fígging til gransking og útbúgving, við at seta í verk eitt gjald á 2 cent um mánaðin, á øll tráðleys tól, á tólframleiðarnar og á netverks veitararnar. 
”Útbúgving og gransking í bio-elektromagnetismu, herundir eftirmeting av nýggjari tøkni, er avgerandi, áðrenn tøknin verður tikið í brúk kring heimin. Hetta arbeiði vísir, at somu partar av húðini á fólki, sum gera tað møguligt hjá okkum at sveitta, eisini reagera uppá 5G geisling, nógv líkt eini antennu, sum tekur ímóti signalum. Áðrenn vit undirdíkja okkum skjálvi, okkara børn og umhvørvi við hesari geisling, hava vit brúk fyri, at møgulig neilig heilsuárin verða eftirmett.”

Vísindaligar kanningar frá Dielectric Spectroscopy Laboratory of the Department of Applied Physics, Hebrew University í Jerusalem, leidd av Dr. Yuri Feldman, benda á, at millimetur og submillimetur bylgjur, kunnu serliga verða upptikin í húðini. Talið av sveittkertlum í húðini á fólki, liggur millum tvær og fýra milliónir. Granskararnir vístu til hesa lívfrøðiligu ávirkan, sum vóru gjørdar (peer research) av øðrum londum og mettu, at hendan mekanisman er væl prógvað.

Nútíðar fartelefon og Wi-Fi netverk, virka við mikrobylgjum, sum er eitt slag av elektromagnetisari geisling, sum brúkar frekvensir upp til 6 gigahertz (GHz) at flyta talu og data. 5G tøknin krevur, at opnað verður fyri einari nýggjari røð av rásum omanfyri 6 GHz upp til 100 GHz og omanfyri, at loyva ultrahøgum mongdum av data.

“Flest fólk eru ikki vitandi um, at hesar bylgjur pulsera fleiri milliardir ferð um sekundi. 75 GHz er í verðuleikanum 75.000.000.000 pulsar um sekundi,” staðfesti Davies um hesar frekvensir, sum beinaveg treingja inn í húðina.

Í fleiri ár hava amerikanskir, russiskir og kinesiskir verjumynduleikar ment elekrtomagnetisk vápn, sum volda ótespiliga brennandi kenslu í húðini og soleðis kunnu temja stórar mannamúgvur, eisini róptar Active Denial Systems.

Amerikanski herurin granskar í mikrobylgjum

Dr. Paul Ben-Ishai vísti til gransking, gjørd av amerikanska herinum, sum skuldi finna útav, hví fólk runnu avstað, tá geislinin rakti tey. “Ert so óheppin at standa har, geislinin rakar teg, vilt tú kenna tað, sum at eldur er í kroppinum.” Amerikanska verjumálaráðið greiðir frá: “Kenslan fjarðar, tá málið (the target) førkar seg burtur úr geislingini. Mikrobylgjan elvir til eina brádliga refleksrørslu, so at tú skundar tær undan geislingini.”

Ráðstevnan á ísraelska Institute for Advanced Studies á Hebrew University (IIAS) var samskipað í samstarvi við U.S. National Institute of Environmental Health Sciences (NIEHS) og Environmental Health Trust (EHT).

Verizon hevur júst almannakunngjørt, at 5G netverk fara at verða royndarkoyrd í 11 amerikanskum býum. 5G netverk krevja uppsetan av túsundtals antennum í hvørjum býi, tí millimeturbylgjur hava ikki lætt at ferðast ígjøgnum bygningar og aðrar forðingar. Ætlaðar uppsetingar hava elvt til mótmæli frá almenninginum, tí húsaeigarar vilja ikki hava antennurnar settar upp í havanum ella tætt við skúlar.

5G og húðsjúkur

Fleiri granskarar høvdu á máli, at núverandi reglar eru ikki nøktandi fyri fólkaheilsuna. “Tað er ein átroðkandi tørvur á at eftirmeta heilsuárinini frá 5G, áðrenn milliónir verða útsett. Okkum tørva at vita, um 5G økir vandan fyri húðskjúkum, sum melanomia og øðrum sløgum av húðkrabbameini,” staðfesti Ron Melnick, fráfarin vísindamaður frá National Institutes of Health, sum stóð fyri National Toxicology Program kanningini av geislingini frá fartelefonum.

Dariusz Leszczynski, PhD

Dariusz Leszczynski, PhD, høvuðsblaðstjóri á Radiation and Health, staðfesti, at altjóða felagsskapurin – róptur ICNIRP – ið mennir vegleiðingar fyri hvussu nógva geisling almenningurin kann verða útsettur fyri – var í ferð við at klassa húðina á mannakroppinum, sum hoyrandi til kropslimirnar, – heldur enn til høvdið ella bulin. Leszczynsky ávaraði at, “Um tú klassar húðina sum kropslimir, hevur tú loyvi at útseta hana fyri størri geisling enn annars.”

“Sub-terahertz (millimeturbylgjur) samskiftistøkni (fartelefonir, Wi-Fi, netverks samskiftis-antennur) kann føra til, at fólk fara at merkja kropsliga pínu gjøgnum pínureseptorarnar,” staðfesti Dr. Yael Stein, MD, sum skrivaði bræv til Federal Communications Commission um 5G Spectrum Frontiers.

Keldur:
US Department of Defense Non-Lethal Weapons Program FAQS
A Narrative Summary and Independent Assessment of the Active DenialSystem The Human Effects Advisory Panel

Media Relations Contact:
Janet Vasquez
media contact
JV Public Relations NY
212-645-5498

Upprunagreinin kann lesast her.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This