Vilja hava erbylgjuhámark

Lagt út t. 20/11/2011 í Tíðindi | 0 viðmerking

Á býráðsfundi 20. oktober 2011, samtykti Tórshavnar Býráð at heita á landsmynduleikarnar at áseta markvirði fyri erbylgjugeisling. Í løtuni er onki markvirði ásett og Føroya Tele og Vodafone hava umleið 60-70 fartelefonmastrar standandi í kommununi – og fleiri eru á veg nú Føroya Tele hevur sent inn umsókn til býráðið um uppsetan av 10 nýggjum mastrum.

Torshavn.fo sigur at, ‘Umsitingin hevur ongar ásetingar at halda seg til til viðgerð av tílíkum umsóknum, tá hugsað verður um menniskjanslig og umhvørvislig árin av geisling frá tíklíkum sendiútbúnaði. Landsmyndugleikarnir hava ikki gjørt ásetingar av markvirðum fyri geisling.’

Vit vóru 3 umboð úr Erbylgjufelagnum á hesum býráðsfundi.
Áheitanin á landsmynduleikarnar, sum var til viðgerðar hetta kvøldið, varð einmælt samtykt. Fleiri býráðslimir tóku orði undir viðgerðini og flestu av hesum meintu, at geisling eigur at verða tikin í álvara og eisini sum eitt álvarsligt umhvørvismál. Einasti, ið ikki var so positivur var Levi Mørk (C), ið helt, at man kundi ikki steðga menningini og at borgarin krevur hesar (tráðleysu) tænasturnar. Marin Katrina Frýdal (E), Bogi Andreasen (A), Elin Lindenskov (C), Jákup Símun Simonsen (E) vóru tey, ið sóu erbylgjugeislingina sum ein møguligan heilsuvanda.

Tað eru vit glað fyri í Erbylgjufelagnum og vit vóna at landsmynduleikarnir eisini síggja vandan.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This