Erbylgjufelagið, viðtøkur

§1  Navn
Navn felagsins er Erbylgjufelagið.

§2  Endamál
Endamál felagsins er – at upplýsa um neiligu lívføðiligu ávirkanina, ið mikrobylgjugeisling frá t.d. fartelefonmastrum, sjónvarpssendarum, fartelefonum, tráðleysum interneti og aðrari tráðleysari tøkni hevur á fólk, djór og vøkstur.

At virka fyri:
· at minka loyvdu hámarksvirði av mikrobylgjugeisling, so hesi fylgja strangastu krøvum í heiminum í dag – sí Bioinitivtive tilmælið, og at myndugleikarnir í Føroyum seta prinsippið um fyrivarni í verk á hesum øki.
· at minka um og avmarka geisling av borgarunum í Føroyum, sum t.d. inniber, at telefyritøkur skulu vera saman um sendarar og mastrar, ístaðin fyri at hava hvør síni paralell net.
· at frástøða av mastrum og sendarum uppá 500 metrar frá bústaðarøkjum, skúlum og barnagørðum skal haldast. At geislastyrkin sum minsta krav skal fylgja Bioinitiative-tilmælinum.
· at fastnets internet skal hava framíhjárætt mótvegis tráðleysum interneti (WiFi).


§3  Limir

Øll, sum er 15 ár og eldri kunnu gerast limir, og limirnir kunnu vera ávíkavist virknir ella óvirknir.


§4  Limagjald

Limagjald verður ásett á aðalfundi og verður at gjalda við byrjanini av skúlaárinum.


§ 5  Nevndin & nevndarfundir

At skipa fyri viðurskiftum felagsins sita í nevndini 3 fólk vald av aðalfundi. Nevndin skipar seg við formanni/kvinnu, skrivara og kassameistara og einum tiltakslimi. Nevndin hevur fund 6. hvørja viku ella tá nevndin heldur tørv verða á tí. Nevndin skal føra fundarbók og bók yvir ognir felagsins. Nevndin krevur inn allar inntøkur og eigur heimild at gjalda allar neyðugar útreiðslur. Nevndin skal verða fullmannað, skal hon vera viðtøkufør. Skrivarin boðar til nevndarfund.


§ 7  Aðalfundur

Aðalfundur er hægsti myndugleiki øllum felagsins viðurskiftum viðvíkjandi. Regluligur aðalfundur eigur at vera hildin í mars mánaði og skal vera lýstur í fjølmiðlunum og við skriftligari fráboðan, t.d. telduposti, 10 dagar frammanundan. Tá ið lógliga er boðað til aðalfundar, er hesin viðtøkuførur. Vanligur meiriluti er nóg mikið at avgerða øll mál. Atkvøðurætt hava allir virknir og óvirknir limir, ið eru fyltir 15 ár, við einari atkvøðu. Eingin limur kann greiða atkvøðu uttan sjálvur at koma á fund.

Føst fundarevni á aðalfundi eru – virki felagsins í farna ári, grannskoðaður roknskapur fyri alt virki felagsins framlagdur av kassameistaranum til góðkenningar, innkomin uppskot og nevndarval. Nevndin verður vald á aðalfundi. Valbæri hava allir limir, sum eru fyltir 15 ár. Nevndarlimir og grannskoðarar, sum fara frá eftir lógini, kunnu veljast aftur. Samstundis við nevndarval skulu veljast ein grannskoðari.


§ 8  Uppskot til aðalfundin

Uppskot, sum limir ynskja at koma til viðgerðar, mugu verða nevndini í hendi í minsta lagi 4 dagar áðrenn aðalfundin.


§ 9  Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur kann verða hildin, um nevndin heldur tørv vera á tí ella tá ið í minsta lagi 50% av teimum limum, ið hava atkvøðurætt, krevja tað. Eitt slíkt krav má verða grundað og sendast nevndini skrivliga.


§ 11  Lógarbroytingar & avtøka

Lógarbroytingar skulu fremjast á aðalfundi við 3/5 av møttum limum. Broytingar fáa gildi beinanvegin. Gevst felagið ella verður tað upployst, verða ognir tess latnar til frama fyri umhvørvisvernd.

Hesar lógir eru samtyktar á stovnandi aðalfundi 23. september 2011.

Havnin, 23. september 2011