Um okkum

Erbylgjufelagið varð sett á stovn 2011 við tí endamáli, at minkað mikrobylgjugeislingina í Føroyum so nógv til ber. Soleiðis at skilja, at geislahámarkið má taka støði í lívfrøðiligu (biologisku) ávirkanini. Sum støðan er, er onki geislahámark í Føroyum yvirhøvur.

’Er’ er eitt føroyskt orð fyri ‘mikro’.
Viðtøkurnar hjá felagnum kunnu lesast her.

Limagjaldið er 100 kr. um árið. Fyri ung millum 15 og 18 ár er limagjaldið 50 kr. Øll, ið hava áhuga, eru hjartaliga vælkomin at gerast limir í felagnum. Fyritøkur hava møguleika at stuðla felagnum við at fáa eitt sjónligt pláss á heimasíðuni.

Jú fleir limir, meira kunnu vit gera og meira vekt fær tað, ið felagið úttalar seg um. Limagjaldið fer til gjald av heimasíðu hjá felagnum, upplýsandi tiltøk og prentlutir.
Tá tú hevur goldið inn á okkara konto er tú limur.
Kontonummarið er: 9865-991.169.8 í Norðoya Sparikassa.

Nevndin í felagnum sær soleiðis út pr. 7. apríl 2016:
Janus D. Guttesen, form.
Unn Thomsen, skr.
Jesmar Hansen, kassam.
Jens Pauli Joensen, tiltaksl.