Um mikrobylgjur

Mikrobylgjur eru ósjónligir geislar, ið treingja gjøgnum hús og livandi verur. Náttúran framleiðir sjálv evarska smáar nøgdir av mikrobylgjum, ið mest koma úr rúmdini – t.d frá sólini, ið framleiðir pulseraðar javnstreyms-mikrobylgjur.
Hesar náttúrligu javnstreyms mikrobylgjur (DC – Direct Current) ávirka ikki livandi kyknur, sum tær menniskjaskaptu, ið eru veksilstreyms mikrobylgjur (AC – Alternating Current).


Ónattúrligu veksilssteyms mikrobylgjurnar, skifta polaritet fleiri ferð hvørt sekund og taka fatur á t.d. vatnmýl, ið hava ein positivan og negativan pól og venda mýlini upp og niður, alt eftir hvussu nógv hertz mikrobylgjurnar hava.
Hetta elvir til mótstøðu og hita – og hetta er júst tað, ið ger, at maturin í mikrobylgjuovninum verður upphitaður. Ein fartelefon sendir út sama slag av ónáttúrligum veksilstreyms-mikrobylgjum.

Síðan týskarar undir seinra heimsbardaga fyri fyrstu ferð framleiddu mannaskaptar mikrobylgjur, er samlaða nøgdin av mikrobylgjum á jørðini fleirfaldað – og kemur t.d. frá radarum, satelittum og samskiftisútgerð á jørðini.

Mannaskapta mikrobylgjugeislingin er ofta pulserað geisling (GSM, 3G, WiFi) og henda geisling ávirkar livandi kyknur meir enn ikki pulserað. Tá tosað verður í fartelefon, verður tann, ið tosar, útsettur fyri uml. eina millión ferð størri geisling enn tann náttúrliga geislingin frá náttúruni.

Mikrobylgju keldur í Føroyum:

  • GSM og 3G netið hjá okkara televeitarum.
  • Tráðleyst internet (WiFi) á skúlum og sjúkrahúsum og á ymsum “hot spots” í landinum.
  • Tráðleyst internet heima við hús – tráðleysir rutararar, so teldur (og smartfonir) kunnu vera á netinum uttan leidningar.
  • Barnaalarmar – røkka frá 50 upp til fleiri hundrað metrar og geva somu vandamiklu geisling frá sær sum fartelefonir.
  • Tráðleysar heimatelefonir, solkallaðar DECT telefonir – herundir tráðleysu Skype telefonirnar. Røkka upp til 200 metrar.
  • Onnur tól eru Smart TV sjónvarp og tráðleysir hátalarar. Smart TV sjónvarp sendir út Wi-Fi signal allatíðina. Wi-Fi sendarin kann tó sløkkjast sum víst í  video her.
  • Her er eitt enskt yvirlit yvir keldurnar.

Hetta kann gerast fyri at minka um geislingina:

  • Brúka einans fastnetsamband til internetið. Skift yvir til ein rutara við leidningi, um títt internet heima við hús er tráðleyst. Flestu tráðleysu rutarar kunnu eisini hava leidningar (ein rutari hevur tó altíð ein leidning, ið fer inn í internet stikkið í vegginum). So – sløkk tráðleysa partin av rutaranum. Tað ber væl til at seta eykað internetstikk upp í bústaðnum.
    Eisini skal tráðleysi sendarin á telduni sløkkjast. Á eini Mac ovast til høgru á skíggjanum og á eini PC er tað ymiskt hvussu tað verður gjørt. Leita á netinum hvussu tað skal gerast ella spyr handilin teldan er keypt frá.
  • Send internetsignalið frá routaranum inn í el-netið í húsinum við einum sokallaðum HomePlug, eisini rópt dLAN. Nógv betri enn tráðleyst net – ongar erbylgjur. Gevur skjótari interneti enn tráðleyst net kann geva og sparir streym. Gevur tó nakað av ‘elektrosmog‘ inn á elkervi í húsinum. Hesin video vísir hvussu HomePlug virkar.HomePlug er krypterað og er annars vart av einum høvuðspassorði. Ongin uttanifrá kann logga seg á títt netverk, tí HomePlug internetið steðgar í elmálaranum og fer ikki víðari út.
  • Brúka ikki iPad (ella teldil), tí hann kann bara verða á netinum tráðleyst. Um tú longu hevur ein iPad, so sløkk fyri Wi-Fi, Bluetooth og 3G. Serliga týdningarmikið um børn spæla spøl á iPadinum. Lat børnini einans spæla spøl, sum longu eru á iPadinum og syrg fyri at alt tráðleyst er sløkt. Tó – iPads og teldlar kunnu brúka kápil, sí video.
  • Brúka fastnettelefon og slepp tær av við tína tráðleysu heimatelefon (herundir tráðleysu Skype). Løðingarstøðin til tráðleysu heimatelefonina sendir pulseraða mikrogeisling út í bústaðin 1000 ferð hvørt sekund – megin frá støðini er tann sama, sum at búgva 20 metrar frá ein fartelefonmastur.
    Eitt alternativ er at keypa eina ‘eco-dect’ heimatelefon – hon gevst at geisla, tá hornið verður sett í løðingarstøðina. Tær bestu eco-dect telefonirnar steðga geislingini, tá samrøðan er liðug og uttan at hornið verður sett í løðingarstøðina.
  • Sløkk fartelefonina um náttina. Vekjarin á telefonini virkar kortini. Far ikki á netið við einari SmartPhone. Geislingin er stór tá tú reikar á netinum. Somuleiðis við iPad. Brúka eina fartelefon við lágum SAR virði.
  • Brúka oyraleidning, um tú mást tosa í fartelefon. Og brúka helst ein oyraleidnig, har ein partur av leidninginum er ein luftkanal (airtube), so tú kanst veðra sikkur at mikrobylgjurnar ikki koma inn í oyrað gjøgnum leidningin. Tað kann verða verri enn at hava fartelefonina inn at høvdinum, tí í oyranum er púra opið inn í heilan. So brúka eitt airtube headsett (myndin). Brúka ikki Bluetooth, tí tað geislar allatíðina, eisini tá tú ikki tosar, sí video á hesu síðu. Smsa ístaðin – men hetta kann tó skaða nýruni, ávarar The British Medical Association.
  • Sløkk tráðleysa barnaalarmin. Smábørn eru serliga viðkvom yvirfyri geislingini.
  • Ger eina máting av mikrobylgjugeislingini har tú býrt.

Føroyar kunnu:

  • fylgja niðurstøðuni (pdf) frá Europa Parlamentinum um fyrivarni – og forbjóða fartelefonum og tráðleysum internetið á øllum skúlaøkjum og -stovum.
  • víkja frá núverandi elektromagnetisku ásetingunum ásettar av ICNIRP (International Commission on Non-Ionising Radiation Protection), ið eru heftar við álvarsligum avmarkingum (sí longri kritikk av ICNIRP eftir Dr. Neil Cherry) og ístaðin seta í verk ALARA prinsippið (“as low as reasonably achievable”), ið fevnur um bæði termiska ávirkan (t.e. upphiting av vevnaði) og ikki-termiska (t.e. biologiska) ávirkan av elektromagnetiskum útláti ella geisling. Her er yvirlit yvir markvirðini hjá øðrum londum. Danmark nýtir næst hægst loyvdu geislavirðir í heiminum.

Hetta gera onnur lond:

  • 2012: India lækkar hámarkið fyri geisling frá fartelefon-mastrum við 90 (níti) prosentum – úr 9,2W/m² niður til 0,92W/m², skrivar The Economics Times of India.
  • 2010: Ísrael mælir sínum íbúgvum frá at brúka tráðleysar heimatelefonir, skrivar ísraelska vinnublaðið Globes.
  • 2010: Frakland forbjóðar við lóg mobiltelefonum á landsins grund- og millumskúlum vegna heilsuvandan, skrivar Times online.
  • 2007: Taiwan tekur niður allar mobilmastrar tætt við landsins skúlar, skrivar The China Post.
  • her er eitt danskt yvirlit um ávaringar og forboð hjá øðrum londum.

Føroyar hava als ongi markvirði fyri hægst loyvdu geisling frá mikrobylgjum.

Danmark hevur eitt av hægst loyvdu markvirðum fyri geisling frá fartelefonmastum: 900µW/cm² (= 9.000.000µW/m² = 9W/m²), og tað  gevur lítla meining at fylgja teimum eftir.
Niðanfyri sær tú virðini hjá øðrum londum og hvørja ávirkan geislastyrkin hevur á menniskju – trýst á fyri størri mynd.

 

Share This