Tráðleyst internet (WiFi) umborð á Smyrli ?

Lagt út t. 20/01/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Innlegg í Dimmalætting 18-01-2012:

smyril,smyrliHøgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur á Føroya Løgtingi spurt Johan Dahl, landsstýrismann, hvussu tað ber til, at onki frítt internet er umborð á Smyrli og øðrum strandfaraskipum. Allarhelst er tað tráðleyst internet (WiFi), sum Høgni Hoydal her eftirlýsir. Í hesum sambandi vil Erbylgjufelagið koma við nøkrum viðmerkingum viðv. tráðleysum interneti (WiFi).

Pulserandi erbylgjur og skaðar á DNA hjá fólki

Tráðleyst internet (WiFi) virkar á tann hátt, at smáar sendistøðir (beinarar/rutarar) senda út pulserandi erbylgjur (føroyska orðið fyri mikrobylgjur), sum bera informatión (t.d. video og text) millum teldu og rutara. Fólk, sum eru í einum slíkum øki, verða geislað við erbylgjum, sum fara inn í kroppin. Pulserandi erbylgjur eru skaðiligar á livandi kyknur. At hetta kann elva til DNA-skaðar (herundir tey álvarsligu dupultbrotini á DNA, sum kunnu elva til krabbamein) er væl prógvað av m.a. J.L. Phillips, Lai og Singh, ið hava ávíst DNA-skaðar við einari geislastyrki undir tí, sum fartelefonir og tráðleyst internet (WiFi) annars hava loyvi at senda út.

Tí er øll orsøk at vera ótruliga varin og ikki leypa á leistum, tá orðið ‘tráðleyst’ verður nevnt. Russland og Kina hava t.d. nógv strangari hámarksvirði fyri erbylgjugeisling enn eitt nú Danmark – Føroyar hava enn als onki hámark. Sera gott fyri televeitararnar í Føroyum, men vandamikið fyri heilsuna hjá vanliga føroyinginum. Óheftu serfrøðingarnir aftanfyri “The Bioinitiative Report” mæla til eitt hámark innandura á 100µW/m².

Europa Ráðið mælir til fastnet

Europa Ráðið mælir limalondum sínum til at geva fastnetsambandi (internet gjøgnum leidning) framíhjárætt og at verða afturhaldin við tráðleysum interneti (WiFi). Tað er í stórari andsøgn við privata týska stovnin ICNIRP (sum Danmark hevur ásett sítt hámarksvirði eftir) og WHO, ið einans fyrihalda seg til termiska upphiting frá erbylgjum, hóast tað í dag er alment góðtikið, at nógv veikari geisling (enn tað, sum í dag er loyvt) hevur lívfrøðiliga ávirkan á menniskju, serliga ungfólk.

Tola ikki tráðleyst internet

Erbylgjufelagið veit um fleiri føroyingar, sum ikki tola at vera í einum øki, har tráðleyst internet er. Hesi fólk mugu halda seg burtur, tí tey verða illa fyri – antin beinanvegin ella eftir einari løtu. Tey fáa ilt í høvdið, verða bráðmóð ella fáa útslett í andlitið. Tey eru vorðin ovurviðkvom av erbylgjum – ikki nakað, sum tey eru fødd við, men nakað, sum er komið við at uppihalda sær í økjum, har tráðleys net eru.

Tráðleyst internet umborð á Smyrli

Sum skilst á svarinum hjá landsstýrismanninum, Johan Dahl, til Høgna Hoydal, verður tráðleyst 3G net og WiFi sett upp umborð á Smyril í februar 2012.

Erbylgjufelagið mælir til, at ein ikki-tráðleys loysn verður vald. Í øðrum lagi mæla vit til, at tráðleysu netini (3G/WiFi) bert verða á avmarkaðum økjum umborð – og at økini uttan tráðleyst net verða merkt, soleiðis at ferðafólk frítt kunnu velja tráðleysu økini frá. Starvsfólkaøkini við kafeteria og í kioskini eiga sjálvsagt at vera millum tey øki, har einki tráðleyst net er.

Erbylgjufelagið heldur, at tað er sjálvsagt, at myndugleikarnir – herundir eisini Johan Dahl, landsstýrismaður, sum varar av telesamskiftinum og Strandfaraskipum Landsins, taka hesi fyrilit við í viðgerðina av tráðleysum interneti umborð á skipum og í bussum.

Vegna Erbylgjufelagið
Janus D. Guttesen, form.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This