Tráðleyst internet (WiFi) er skaðiligt fyri heilsuna

Lagt út t. 08/09/2011 í Greinar | 0 viðmerking

Innlegg í Dimmalætting og Sosialurin 31. august 2011:

Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum sett upp tráðleyst internet (WiFi) á Býarbókasavninum, í ungdómsklubbanum 188 í Hoyvík og í býbussunum.

Men samstundis sum býráðspolitikarar fegnast, mælir Europa Ráðið í niðurstøðu (resolusjón 1815) limalondum sínum frá at seta upp tráðleyst internet, har børn og ung eru, tí tráðleysa internetið er heilsuskaðiligt. Ístaðin verður mælt skúlum at brúka fastnetssamband.

Tráðleyst internet er skaðiligt fyri heilsuna, tí tað sendir út sonevndar mikrobylgjur (elektromagnetiskar geislar), sum treingja djúpt inn í mannakroppin og kunnu elva til kyknubroytingar og brýtur bæði einkultar og dupultar DNA streingir. Geislingin av tráðleysa internetinum verður mált í mikrowatt/m2.
Magda Havas, professari í Environmental and Resource Studies í Ontario í Kanada, vísir í “Analysis of Health and Environmental Effects of Proposed San Francisco Earthlink Wi-Fi Network”, til kanningar, sum vísa, hvussu mikrobylgjur (t.d. WiFi) ávirka fólk, djór og náttúruna. Her niðanfyri eru nøkur dømi:

  • 0,00001 mikrowatt/m2: broyting í EEG (elektrisk signal) í heilabørkinum á menniskjum
  • 20 mikrowatt/m2: Ólag á svøvninum, óvanligt blóðtrýst, nervøsitetur, veikleiki, møði, pína í limunum, liðapínu, ólag á sodningini og færri skúlabørn flyta upp.
  • 1000 mikrowatt/m2: Høvuðpína, svimbul, irritabilitetur, møði, veikleiki, svøvnloysi, pína fyri bringuni, trupulleikar at anda og verri sodning
  • 2000-8000 mikrowatt/m2: Øktist talið av blóðkrabba hjá børnum, ið búðu tætt við mikrobylgjusendarar
  • 3000 mikrowatt/m2: Verri motoriskar funksjónir, reaktiónstíð og verri uppmerksemi frá skúlanæmingum og broytt kynsrata (tvs. færri fødd dreingjabørn).

Ein næmingur í einum skúla við tráðleysum internetið verður útsettur fyri geislastyrki, ið er á hædd við tølini omanfyri. Teldurnar í einari skúlastovu senda út mikrobylgjur, ið fara djúpt inn í kroppin á næmingunum, á sama hátt sum mikrobylgjurnar frá mikrobylgjuovninum fara djúpt inn í matin – uppaftur verri gerst tað, um tú situr tætt við routaran (beinaran).

Kanadiska dokumentarsendingin The Bigger Picture (eisini nevnd 16:9) kannaði eina skúlastovu í Kanada, sum hevði tráðleyst internet. Her vísti tað seg, at geislingin var 114 Mikrowatt/m2 (beint) við telduna og 2600 Mikrowatt/m2 við routaran.
Tað eru nógv dømi um, at børn og ung, sum ganga í skúlum, ið hava tráðleyst internet, hava høvuðpínu og konsentrasjónstrupulleikar og kenna ein undarligan tómleika í høvdinum. Hetta hvørvur, tá tey ikki eru í skúla t.d. í vikuskiftunum, sí videodokumentar á www.erbylgjufelagid.fo, har nógv tilfar er at finna.


Franskur býur sløkkir tráðleysa netið
Franski býurin Hérouville Saint-Clair var millum fyrstu býir í heiminum, ið setti upp tráðleyst internet (WiFi) í 1999. 10 ár seinni – sum fyrsti býur í heiminum – varð tráðleysa internetið á skúlum og almennum stovnum sløkt fyri at verja heilsuna hjá næmingum og lærararum. Borgararnir í býnum tóku væl ímoti hesum.

Tí vil eg spyrja Tórshavnar Kommunu, um hon hevði heilsuna og umhvørvið hjá hesum børnum og ungu við í sínari meting, tá tráðleyst internet varð sett upp á Býarbókasavninum, í Klubb 188 og í býbussunum. Ella varð tráðleysa loysnin vald, tí hon tyktist vera meiri nútíðarhóskandi og smartari enn fastnetsamband?

Vegna Erbylgjufelagið, Janus D. Guttesen, (form.)

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This