Tíðindaskriv frá GUARDS

Lagt út t. 27/04/2015 í Ymiskt | 0 viðmerking

»Global Union Against Radiation Deployment from Space«

Altjóða Samgonga ímóti Geisling úr Rúmdini

At almannakunngera alt fyri eitt.

Dagur: Mars 27, 2015
Hvør: »Global Union Against Radiation Deployment from Space« (GUARDS)
Samband: Ed Friedman, Maine USA, 207-666-3372 edfomb@comcast.net

Ætlanir um heimsfevnandi WiFi úr rúmdini fara at oyðileggja osonlagið, elva til uppaftur størri veðurlagsbroytingar og hótta lívið á jørðini.

Fimm fyritøkur streingja á fyri at útvega heimsfevnandi háferðar WiFi-sendiøki úr rúmdini um trý ella fýra ár. Hetta hevði verið ein sonn marra vistfrøðiliga og fólkaheilsuliga, sambært tí nýstovnaðu altjóða samgonguni  The Global Union Against Radiation Deployment from Space (GUARDS)
Altjóða Samgonga ímóti Geisling úr Rúmdini.

Sambært GUARDS fer  víttfevnandi fylgisveinanetið, sum krevst til hesa verkætlan, at hótta osonlagið og økja munandi um veðurlagsbroytingarnar. Útblásturin frá rakettum inniheldur osonniðurbrótandi klorin, vatnguvan (eitt vakstrarhúsgass) og aluminium-súrevnisbitlar, sum elva til skýggj í miðhválvinum (stratosferuni). Eygleiðingar hava víst, at osonlagið er fullkomiliga oyðilagt av roykskýggjunum frá rakettútblástri.

The New York Times (14.mai 1991, s.4) endurgevur Aleksandr Dunayev frá Russisku Rúmdarstovuni, tá ið hann sigur:”Umleið 300 rúmdarferjuútskjótingar um árið høvdu verið ein katastrofa, og osonlagið hevði verið fullkomiliga oyðilagt.

Um ta tíðina vóru í miðal bara 12 rúmdarferjur skotnar út um árið. At uppihalda einum flota av (endaliga) 4.000 fylgisveinum, hvør við eini miðal livitíð uppá fimm ár, hevur ivaleyst við sær, at so nógvar rakettir verða skotnar út hvørt ár, at tað verður ein katastrofa fyri umhvørvið.

Í øðrum lagi stúrir GUARDS fyri sjálvari WiFi-skipanini. Hóast WiFi alment verður uppfatað sum ein ágóði burturav, virkar WFi gjøgnum ónatúrliga títtar erbylgjugeislingar (mikrobylgjur) – sama geisling, sum verður brúkt í mikrobylgjuovnum. Og eitt ørgrynni av kanningum viðgera, hvørja ávirkan tráðleys tøkni hevur á skógardeyða, at froskar, flogmýs og býflugur doyggja, at gráspurvurin er um at vera avoyddur og á skaðar í DNA’num hjá fólki. Hesar kanningar verða áhaldandi prentaðar og skúgvaðar til viks. Tað hevur avgerandi týdning fyri lív á klótuni, at stórir partar av jørðini verða spardir fyri ta áhaldandi geisling, sum stendst av tráðleysu tøknini.

“Mannakroppurin”, sigur Dr. Gerard J. Hyland, University of Warwick, UK, “er eitt ovurhonds
viðkvæmt elektrokemiskt tól. Tá ið eitt signal kann stýra eini mekaniskari skipan, kann tað eisini órógva hvørja einastu kyknu í mannakroppinum.”

7. februar 2014 boðaði amerikanska Innanríkisráðið frá í tilvísing til leiðreglur fyri WiFi geislingartíttleika, at “málistokkurin fyri  elektromagnetiska geisling, sum Federal Communications Commision (FCC) brúkar, byggir framvegis á termiska upphiting, eitt metingarstøði, sum ikki er dagført í næstan 30 ár og er ónýtiligt nú á døgum.”

Altjóða Heilsustovnurin undir ST flokkaði í 2011 geisling frá fartelefonum og øðrum vinnuligum tráðleysum undirstøðukervum sum WiFi og fjølmálarum (smartmetrum) í Flokk 2B, møguliga krabbameinselvandi fyri menniskju, saman við blýggi, motorosi og DDT. Men heimsfevnandi WiFi-ætlanirnar høvdu gjørt, at geislingin var allastaðni alla tíðina, og eingin hevði sloppið undan henni.

Í februar 2015 sendu 88 feløg, sum umboða meira enn eina million av fólki, Evropisku Fíggjar-og Almannamálanevndini  eitt skriv um, hvussu landastjórnir svíkja álitið hjá almenninginum við einki at gera við vandan frá radiofrekventari geisling (RF).

Kanningar visa, at tráðleys geisling kann hava skaðaliga ávirkan á menningina av heilanum hjá fostrum og harafturat volda tvístreingjað DNA-brot og elva til nógvar ymiskar sjúkur.
GUARDS heldur tað vera brot á Nürnbergsáttmálan um Mannarættindi, tá ið ræður um royndarvirksemi uttan samtykki, at almenningurin ósjálvráddur skal vera fyri áhaldandi geisling frá eini keldu, sum vit vita er eitrandi, og tað í uppaftur størri nøgdum enn higartil,

# # #

GUARDS er ein altjóða samgonga við ymiskum bólkum, sum hava funnið saman við tí endamáli at steðga verksetanini av heimsfevnandi WiFi frá rúmdini, sum hóttir alt lív á jørð.

Keldur

Fólkaheilsan
Í 2012 var 1500 síðu langa BioInitiative Report on RF/MW um heilsuárin orsakað av geisling útgivin. 29 náttúruvísindafólk úr 10 ymiskum londum hava skrivað frágreiðingina. Tey enduskoðaðu  í túsundatali av kanningum av órógv í kemisku tilgongdunum í kroppunum, og tær vísa til radiofrekventari geisling (RF) í eini víðfevnandi røð av ørkymlandi árinum, sum umfata íleguskaðar, krabbamein, ólag á immunskipanini, neurologiskar skaðar og ófruktbæri. Frágreiðingin sæst her: www.bioinitiative.org

The letter of Notice, sum 88 feløg sendu Evropisku Fíggjar-og Almannamálanevndini í februar 2015 um, hvussu landastjórnir svíkja álitið hjá almenninginum við einki at gera við vandan frá radiofrekventari geisling (RF/MW)-geisling sæst her:
<http://www.radiationresearch.org/images/rrt_articles/EM-Radiation-Research-Trust-Letter-of-Notice-Served-on-Mr-Richard-Adams.pdf>.

Altjóða Skrivstovan fyri Krabbameinsgransking (IARC), ein nevnd undir Altjóða Heilsustovninum í ST, hevur bólkað radiotídd-geisling (RF), herundir geisling frá tráðleysari tøkni, í Flokk 2B, møguliga krabbameinselvandi. Sæst her (pdf).

Bretski læknin Erica Mallery-Blythe hevur skrivað eina framúrskarandi frágreiðing um elektromagnetiskt ovurviðkvæmi , electromagnetic hypersensitivity (EHS). Mett verður, at 5 prosent av heimsins íbúgvum líða av hesum ovurviðkvæmi.
Frágreiðingin sæst her (pdf).

Amerikanska Innanríkisráðið: “málistokkurin fyri  elektromagnetiska geisling, sum Federal Communications Commision (FCC) brúkar, byggir framvegis á termiska upphiting, eitt metingarstøði, sum ikki er dagført í næstan 30 ár og er ónýtiligt nú á døgum.” Sæst her (pdf).

Umhvørvið
Kanningar visa, at geisling frá tráðleysari tøkni skaðar umhvøvið – bæði plantulív og djóralív líða undir hesum. Sæst her (pdf).

Framløga fyri Skordýrafrøðiliga Felagsskapinum í Manitoba tann 31. oktobur 2014 við yvirliti yvir 91 vísindaligar kanningar av ávirkanini av radiotídd/erbylgjugeisling á hunangsbýflugur, skordýr, fuglar o.o. Sæst her (pdf).

Um skaðar á osonlagið og veðurlagsbroytingar orsakaðar av rakettútblástri. Sæst her (pdf).

Ætlanir fyri uppsetan av satelittum.
Tær fimm fyritøkurnar, sum royna at fáa heimsfevnandi WiFi-geisling, eru:
SpaceX: 4.000 fylgisveinar í 750 míla hædd
OneWeb: 2.400 fylgisveinar í 500-590 míla hædd. Sæst her og her.
Facebook: Satelittar, dronur og lasarar. Sæst her.
Google: 200.000 há-hæddar ballónir (62.500 føtur) (”Project Loon”)
Outernet: Lág-ringrás mikrofylgiveinar.
”Móttøka-einans”- tænasta ætlast at fara í gongd í 2015, tvívegis WiFi um fýra ár.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This