Takk, Atlantic Airways – fyri erbylgjufría Airbussin!

Lagt út t. 20/05/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Innlegg í Dimmalætting 16. mai 2012:

Atlantic Airways hevur valt ikki at hava tráðleyst internet (WiFi) umborð á nýggja Airbus 319.

Atlantic Airways Airbus

Atlantic Airways OY-RCG. Foto: Curimedia

Hetta er at gleðast um, tí við hesum gevur Atlantic Airways sínum ferðafólkum eina nógv grønari flogferð.

Nýggja flogfarið bleiv umtalað í útlendskum flogblað, sum slóðbrótandi, tí airbussurin hjá Atlantic – sum fyrsta flogfar í Evropa – hevur nýggju RNP AR navigatiónsútgerðina, sum allarhelst ger, at flogfarið sparir brennievni og tí eisini dálkar minni.
Avgerðin um ikki at hava WiFi umborð er ein røtt avgerð afturat hjá Atlantic!

Við hesum sleppa ferðafólkini – og ikki minst flogskiparar og flogternur – undan at verða geislað óneyðugt av erbylgjum (mikrobylgjum), ið treingja inn í fólk og ávirkað kyknur, gøgn og ikki minst heilan. Vísindaligar kanningar hava ferð eftir ferð ávíst, at erbylgjur skaða heilavirksemi hjá ungum kvinnum og monnum, sáðkyknu-DNA hjá monnum, djór og vøkstur. Tí var tað heldur ikki so løgið, at Europa-Ráðið í 2011 mælti sínum 47 limalondum frá at nýta WiFi og at nýta káplar ístaðin – serliga har børn og ung uppihalda sær.

At nýta káplar er ein grøn loysn, og so mugu vit bara finna okkum í, at tað hevur sínar avmarkingar. Heilsan er eittans!

Vit vilja við hesum geva Atlantic Airways 3 grønar umhvørvisstjørnur av 5 frá Erbylgjufelagnum!

Vegna Erbylgjufelagið, Janus D. Guttesen, form.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This