Postar merktir "Wi-Fi"

Føroyingar og europearar raktir av ókendari sjúku

Lagt út t. 10/02/2016 í Tíðindi | 0 viðmerking

Føroyingar og europearar raktir av ókendari sjúku

 312 milliónir europearar raktir av ókendari sjúku Talan er um ókendu sjúkuna elektro-ovurviðkvæmi, har rakti persónurin fær ávís sjúkueyðkenni av at uppihalda sær í øki við tráðleysum internetið (Wi-Fi) ella av at tosa í fartelefon. Sjúkueyðkennini eru m.a. høvuðpína, óregluligur hjartasláttur og húðútslett. Tølini eru grundað á spurnarkanningar úr fleiri europeiskum londum. 3% hava álvarslig sjúkueyðkenni og mugu taka serlig atlit í gerandisdegnum, fyri at sleppa undan at verða sjúk. Hini, sum hava mild sjúkueykenni, telja upp í 35 % av fólkatalinum. Sjúkueyðkennini her eru t.d. pína í...

Les Meira

Ljóðfílur

Lagt út t. 07/05/2015 í | 0 viðmerking

Ljóðfílur

Erbylgjufelagið í fjølmiðlunum – ljóðfílur Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum – mótmæli móti Huawei 16.05.2016 gjørdi KvF útvarpssamrøðu við form. í Erbylgjufelagnum, í samband við, at Erbylgjufelagið var farið undir innsavnan av undirskriftum ímóti, at Føroyar eru vornar testøkið hjá kinesisku telefyritøkuni Huawei.   Morgunsendingin á Rás 2 – Erbylgjufelagið eitt ár http://www.erbylgjufelagid.fo/audio/Ras2_22.10.12.mp3 22. oktober 2012 var formaðurin í Erbylgjufelagnum gestur í morgunsendingini á Rás 2 í samband við, at felagið varð 1 ár. Samrøðan kemur m.a. inn á orsøkina...

Les Meira

Internet úr rúmdini – ein umhvørvislig marra

Lagt út t. 27/04/2015 í Tíðindi | 0 viðmerking

Internet úr rúmdini – ein umhvørvislig marra

Altjóða samgonga ávarar um tráðleyst internet úr rúmdini Nýstovnaði felagsskapurin »Altjóða Samgongan ímóti Geisling úr Rúmdini« (Global Union Against Radiation Deployment from Space (GUARDS)) ávarar í yvirlýsing um ætlanirnar hjá fimm fyritøkum: Facebook, Google, SpaceX, OneWeb og Outernet at senda út túsundvís av smáum fylgisveinum til tráðleyst internet í ringrás um jørðina. Hesi feløg síggja ein stóran marknað í økjum í t.d. triðja heiminum, har ongin atgongd er til internetið í dag. Verða ætlaninar veruleiki, sum ætlað um 3-4 ár, fer hetta at verða ein vistfrøðilig og...

Les Meira

Stuðla faldaran »Tráðleys børn«

Lagt út t. 03/06/2014 í | 0 viðmerking

Stuðla faldaran »Tráðleys børn«

Nøkur í Erbylgjufelagnum hava umsett svenska faldaran »Uppkoblade Barn« til føroyskt við heitinum »Tráðleys Børn«. Innihaldið, sum kann síggjast her, er eftir okkara meting pedagogiskt frálíka gott og vísir samstundis, at óheft vísind er samd um, at álvarsligir heilsuvandar standast av tráðleysari tøkni, sum nú uttan nakað himpr verður sett upp á m.a. fólkaskúlum – summir skúlar eru longu blivnir heilt pappírsleysir. Hetta merkir, at næmingarnir noyðast at brúka tráðleysar teldlar (iPads) og verða tí útsettir fyri sterkum og áhaldandi mikrobylgjufeltum. Samstundis vita vit aðrastaðni frá, at...

Les Meira

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Lagt út t. 15/12/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Grein í Vikuskiftis-Sosialinum 7.12.12 og Dimmalætting 13.12.12. Hvat gera foreldur og skúlaleiðsla, tá næmingar fáa høvuðpínu, svimbul, pínu fyri bringuna, verri sodning og møði, meðan teir uppihalda sær á nýmótans og tráðleysa Stranda skúla? Stranda skúli fer í næstum at geva øllum næmingum í skúlanum ein iPad (teldil) og útbyggja tráðleysa netið á skúlanum. Hetta metir Erbylgjufelagið er ein heilsuskaðilig íløga. Skúlaleiðslan grundar sína avgerð við, at framtíðin er digital og at í øðrum londum fáa serliga næmingar, ið hava tungt við at læra, gagn av einum iPad. Við hesum skilst, at...

Les Meira