Postar merktir "WHO"

WHO: Samanhangur millum tráðleysar telefonir og krabbamein í heilanum

Lagt út t. 20/04/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

WHO: Samanhangur millum tráðleysar telefonir og krabbamein í heilanum

Altjóða granskingarstovnurin fyri krabbamein (IARC), sum er stovnur undir WHO, er nú komin við endaligari niðurstøðu fyri radiofrekventar bylgjur (mikrobylgjur), eftir at hava viðgjørt evni í heili 2 ár, skrivar Microwave News í dag. Endaliga niðurstøðan (ein sokallaður monografur: sera gjøll niðurstøða um eitt spesifikt evni – ein gull standardur, so at siga), er í stuttum, at tráðleysar telefonir kunnu elva til krabbamein! Niðurstøðan hjá IARC at seta radiofrekventar bylgjur (mikrobylgjur) í klassa 2B (møguliga krabbameins-elvandi), verður søgd stutt og í einum setningi: »POSITIVUR...

Les Meira

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Lagt út t. 15/12/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Grein í Vikuskiftis-Sosialinum 7.12.12 og Dimmalætting 13.12.12. Hvat gera foreldur og skúlaleiðsla, tá næmingar fáa høvuðpínu, svimbul, pínu fyri bringuna, verri sodning og møði, meðan teir uppihalda sær á nýmótans og tráðleysa Stranda skúla? Stranda skúli fer í næstum at geva øllum næmingum í skúlanum ein iPad (teldil) og útbyggja tráðleysa netið á skúlanum. Hetta metir Erbylgjufelagið er ein heilsuskaðilig íløga. Skúlaleiðslan grundar sína avgerð við, at framtíðin er digital og at í øðrum londum fáa serliga næmingar, ið hava tungt við at læra, gagn av einum iPad. Við hesum skilst, at...

Les Meira

Ávísir mikrobylgjufrekvensir steðga krabbavøkstri…!

Lagt út t. 06/12/2011 í Tíðindi | 0 viðmerking

Ávísir mikrobylgjufrekvensir steðga krabbavøkstri…!

Granskarar á Universitetinum á Alabama Medical School í Birmingham, hava endurtikið eina roynd, ið vísir, at ógvuliga veik mikrobylgjugeisling – við ávísum frekvensum – kann steðga vøkstri av krabbakyknum í livrini á fólki, skrivar enska læknablaðið British Journal of Cancer. Aðrir frekvensir kundu steðga krabbavøkstri í bróstunum – men hesir frekvensir høvdu onga ávirkan á livrakrabba – og umvent. Styrkin av mikrobylgjugeislingini var upp til 100 ferðir minni enn loyvda geislastyrkin, ið ein fartelefon má senda inn í kroppin og høvdið á tí, ið tosar. Geislingin var...

Les Meira

Mikrobylgjuovnar

Lagt út t. 05/08/2011 í | 0 viðmerking

Mikrobylgjuovnar

Mikrobylgju ovnar verða nógv nýttir t.d. at hita mat, tí tað er lætt og skjótt. Men sambært mercola.com vísir ein kanning gjørd av Richard Quan, M.D. úr Dallas, USA, at tað er vandamikið at hita bróstamjólk í mikrobylgjuovni. Mjólkin missir antistoff og niðurbrýtur lysozymini og tær góðu bakteriurnar, sum gera, at barnið kann niðurbróta mjólkina og fáa nýttu av henni. Hví so er, er ikki heilt greitt enn, tí so lítil gransking verður gjørd á júst hesum øki. Tað kann verða, at tað eru mikrobylgjurnar sjálvar – men tað kann eisini koma av tí, at ovnurin framleiðir sokallað “hot...

Les Meira

Fartelefonmastrar

Lagt út t. 21/07/2011 í | 0 viðmerking

Fartelefonmastrar

 Alment innlit: Erbylgjufelagið hevur fingið alment innlit í umsókn frá Føroya Tele til Tórshavnar kommunu um loyvi til uppsetan av nýggjum fartelefonmastrum. Her kanst tú síggja ætlanina í pdf fílu: Plasering av nýggjum fart. mastrum í Tórshavnar Kommunu: 10 kort Høvuðsyvirlit – beskrivilsi, slag og hædd av nýggjum mastrum …………………………………. Fartelefonir hava brúk fyri fartelefonmastrum fyri at kunna flyta samrøðuna millum tey, ið tosa saman. Hesar mastrar standa úti í fjøllunum, í bygdum øki t.d. uppi í...

Les Meira