Postar merktir "WHO"

Føroyingar royndardjór hjá kinesiskari telefyritøku

Lagt út t. 14/05/2016 í Greinar | 3 viðmerkingar

Føroyingar royndardjór hjá kinesiskari telefyritøku

Føroya Tele og Huawei hava gjørt samstarvsavtalu,  at Føroyar – saman við Hong Kong – skal verða testøki fyri nýggjastu tráðleysu tøknini hjá Huawei. Vandin liggur í, at tøknin hjá kinesisku stórfyritøkuni byggir á mikrobylgjugeisling, sum IARC, stovnurin fyri krabbamein undir WHO í 2011 staðfesti var “møguliga krabbameinselvandi”. Fleiri av granskarunum í IARC siga nú, at mikrobylgjugeisling eigur at koma enn longur upp í vandakategori, sum ‘allarhelst krabbameinselvandi’. Tí er tað óðamannaverk av Føroya Tele og partaeigaranum Føroya Landsstýri, at lata Føroyar blíva eitt tað mest dálkaða...

Les Meira

Fyrrverandi stjóri í Nokia: »Fartelefonir oyðiløgdu mína heilsu«!

Lagt út t. 03/12/2014 í Tíðindi | 0 viðmerking

Fyrrverandi stjóri í Nokia: »Fartelefonir oyðiløgdu mína heilsu«!

Fyrrverandi tøkniovastin í Nokia, Matti Niemelä, sum var við at menna heimsins fyrstu fartelefonir, gjørdist sjálvur álvarsliga sjúkur av mikrobylgjustráling frá fartelefonum. Harafturat varð staðfest, at hann hevði fingið Multiple Sclerosis (MS) — og nakrar kanningar vísa eisini, at mikrobylgjustráling kann økja vandan fyri MS. ——— Skrivað: Anne Nikka ⎪ Foto: Jukka Vuokola / Aamulehti Upprunalig grein í finska blaðnum Satakunnan Kansa ⎪ Umsett úr enskum: J. Guttesen ——— Fyri Matti Niemelä, nú búsitandi í Tampere, 44 ár, var lívið sum í filmunum, tá hann sum ungur maður varð biðin at arbeiða...

Les Meira

Mikrobylgjur »allarhelst krabbameinselvandi«, sigur IARC limurin Dr. Anthony Miller

Lagt út t. 07/12/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

Mikrobylgjur »allarhelst krabbameinselvandi«, sigur IARC limurin Dr. Anthony Miller

Í eini hoyring fyri Toronto Government Management Committee í november mánaði í ár (2013), um víðari útbreiðslu og (tískil) størri tættleika av mikrobylgjugeisling frá lágum mastrum undir 15 metur, segði Dr. Anthony Miller, professor emeritus og epidemologur við Dalla Lana School of Public Health í Kanada, at síðan IARC í 2011 uppklassaði mikrobylgjur til klassa 2B, sum »møguliga krabbameinselvandi«, hava kanningar síðan víst, at mikrobylgjur nú eiga at fara enn longur upp á vandalistan, til 2A »allarhelst krabbameinselvandi«. Dr. Miller vísir til eina nýggja greining, sum hann og ísraelskir...

Les Meira

Gro Harlem Brundtland: »Sleppi mær undan at tosa í fartelefon«

Lagt út t. 03/07/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

Gro Harlem Brundtland: »Sleppi mær undan at tosa í fartelefon«

Fyri fyrstu ferð í nærum 11 ár hevur fyrrv. norski forsætisráðharrin, Gro Harlem Brundtland, úttala seg um sítt nógv umtalaða fartelefonbrúk. Úttalilsi frá Gro til norsku ávísina Aftenposten 28. juni 2013, kemur eftir, at norski heilsumálaráðharrin, Jonas Gahr Støre sunnudagin segði til Aftonbladet, at Brundtland aftur er byrjað at brúka fartelefon, tí hann og Brundtland samskifta við hvønn annan við smartfon. Tíðindini undraðu nógv, tí tað er ikki vanligt, at fólk, ið fyrst útvikla sokallað »elektro-ovurviðkvæmi« sleppa heilt av við sjúkueyðkennini – sum í Brundtlands’a føri er...

Les Meira

WHO: Samanhangur millum tráðleysar telefonir og krabbamein í heilanum

Lagt út t. 20/04/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

WHO: Samanhangur millum tráðleysar telefonir og krabbamein í heilanum

Altjóða granskingarstovnurin fyri krabbamein (IARC), sum er stovnur undir WHO, er nú komin við endaligari niðurstøðu fyri radiofrekventar bylgjur (mikrobylgjur), eftir at hava viðgjørt evni í heili 2 ár, skrivar Microwave News í dag. Endaliga niðurstøðan (ein sokallaður monografur: sera gjøll niðurstøða um eitt spesifikt evni – ein gull standardur, so at siga), er í stuttum, at tráðleysar telefonir kunnu elva til krabbamein! Niðurstøðan hjá IARC at seta radiofrekventar bylgjur (mikrobylgjur) í klassa 2B (møguliga krabbameins-elvandi), verður søgd stutt og í einum setningi: »POSITIVUR...

Les Meira