Postar merktir "Sjúk av geisling"

Fyrrverandi stjóri í Nokia: »Fartelefonir oyðiløgdu mína heilsu«!

Lagt út t. 03/12/2014 í Tíðindi | 0 viðmerking

Fyrrverandi stjóri í Nokia: »Fartelefonir oyðiløgdu mína heilsu«!

Fyrrverandi tøkniovastin í Nokia, Matti Niemelä, sum var við at menna heimsins fyrstu fartelefonir, gjørdist sjálvur álvarsliga sjúkur av mikrobylgjustráling frá fartelefonum. Harafturat varð staðfest, at hann hevði fingið Multiple Sclerosis (MS) — og nakrar kanningar vísa eisini, at mikrobylgjustráling kann økja vandan fyri MS. ——— Skrivað: Anne Nikka ⎪ Foto: Jukka Vuokola / Aamulehti Upprunalig grein í finska blaðnum Satakunnan Kansa ⎪ Umsett úr enskum: J. Guttesen ——— Fyri Matti Niemelä, nú búsitandi í Tampere, 44 ár, var lívið sum í filmunum, tá hann sum ungur maður varð biðin at arbeiða...

Les Meira

Gro Harlem Brundtland: »Sleppi mær undan at tosa í fartelefon«

Lagt út t. 03/07/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

Gro Harlem Brundtland: »Sleppi mær undan at tosa í fartelefon«

Fyri fyrstu ferð í nærum 11 ár hevur fyrrv. norski forsætisráðharrin, Gro Harlem Brundtland, úttala seg um sítt nógv umtalaða fartelefonbrúk. Úttalilsi frá Gro til norsku ávísina Aftenposten 28. juni 2013, kemur eftir, at norski heilsumálaráðharrin, Jonas Gahr Støre sunnudagin segði til Aftonbladet, at Brundtland aftur er byrjað at brúka fartelefon, tí hann og Brundtland samskifta við hvønn annan við smartfon. Tíðindini undraðu nógv, tí tað er ikki vanligt, at fólk, ið fyrst útvikla sokallað »elektro-ovurviðkvæmi« sleppa heilt av við sjúkueyðkennini – sum í Brundtlands’a føri er...

Les Meira

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Lagt út t. 15/12/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Grein í Vikuskiftis-Sosialinum 7.12.12 og Dimmalætting 13.12.12. Hvat gera foreldur og skúlaleiðsla, tá næmingar fáa høvuðpínu, svimbul, pínu fyri bringuna, verri sodning og møði, meðan teir uppihalda sær á nýmótans og tráðleysa Stranda skúla? Stranda skúli fer í næstum at geva øllum næmingum í skúlanum ein iPad (teldil) og útbyggja tráðleysa netið á skúlanum. Hetta metir Erbylgjufelagið er ein heilsuskaðilig íløga. Skúlaleiðslan grundar sína avgerð við, at framtíðin er digital og at í øðrum londum fáa serliga næmingar, ið hava tungt við at læra, gagn av einum iPad. Við hesum skilst, at...

Les Meira

Danskur granskari sjúk av geisling

Lagt út t. 24/03/2012 í Tíðindi | 0 viðmerking

Danskur granskari sjúk av geisling

Vibeke Frøkjær Jensen, seniorgranskari á Danmarks Tekniske Universitet greiddi alment frá á DR 1, hóskvøldið 8. marts 2012, hvussu hon er vorðin sjúk av geisling frá mobiltelefonum og øðrum tólum, ið geisla við erbylgjum. Í DR1 ‘Aftenshowet’ greiddi hon frá, at hon hevði himprast við at stíga alment fram við hesum, tí el-ovurviðkvæmi er eitt tabu í Danmark. Vibeke fekk migrenulíknandi høvuðpínu, hjartaórógv, kvalma og ilt í búkin av geislingini. Hon fann sjálv útav, hvør grundin til trupulleikarnar vóru, við at leita á internetinum. Sundhedsstyrelsen sigur í svari til...

Les Meira

Tráðleyst internet (WiFi) er skaðiligt fyri heilsuna

Lagt út t. 08/09/2011 í Greinar | 0 viðmerking

Innlegg í Dimmalætting og Sosialurin 31. august 2011: Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum sett upp tráðleyst internet (WiFi) á Býarbókasavninum, í ungdómsklubbanum 188 í Hoyvík og í býbussunum. Men samstundis sum býráðspolitikarar fegnast, mælir Europa Ráðið í niðurstøðu (resolusjón 1815) limalondum sínum frá at seta upp tráðleyst internet, har børn og ung eru, tí tráðleysa internetið er heilsuskaðiligt. Ístaðin verður mælt skúlum at brúka fastnetssamband. Tráðleyst internet er skaðiligt fyri heilsuna, tí tað sendir út sonevndar mikrobylgjur (elektromagnetiskar geislar), sum treingja djúpt...

Les Meira