Ávísir mikrobylgjufrekvensir steðga krabbavøkstri…!
Granskarar á Universitetinum á Alabama Medical School í Birmingham, hava endurtikið eina roynd, ið vísir, at ógvuliga veik mikrobylgjugeisling – við ávísum frekvensum – kann steðga vøkstri av krabbakyknum í livrini á fólki, skrivar enska læknablaðið British Journal of Cancer. Aðrir frekvensir kundu steðga krabbavøkstri í bróstunum – men hesir frekvensir høvdu onga ávirkan á livrakrabba – og umvent. Styrkin av mikrobylgjugeislingini var upp til 100 ferðir minni enn loyvda geislastyrkin, ið ein fartelefon má senda inn í kroppin og høvdið á tí, ið tosar. Geislingin var...
Les MeiraFartelefonir
Fartelefonir og heilsuárin Fartelefonir kunnu verða hentar av hava. Fyri at ein samrøða skal kunna fara fram, senda fartelefonir út mikrobylgjur – fyrst út til nærmastu fartelefonmastur, sum so sendir signalið víðari til tann, ið tosað verður við. Ein stórur partur av mikrobylgjunum verða sendar inn í høvdið hjá tí, sum brúkar fartelefonina. Av tí, at høvdið er runt og gjørt av húð, feitti og skallabeini, koma fram sokallaðir heitir blettir – hot spots – inni í heilanum. Tvs. støð, har mikrobylgjurnar frá fartelefonini samla seg – sama prinsipp, tá ein sjóneyka samlar sólargeislarnar...
Les MeiraUm mikrobylgjur
Mikrobylgjur eru ósjónligir geislar, ið treingja gjøgnum hús og livandi verur. Náttúran framleiðir sjálv evarska smáar nøgdir av mikrobylgjum, ið mest koma úr rúmdini – t.d frá sólini, ið framleiðir pulseraðar javnstreyms-mikrobylgjur. Hesar náttúrligu javnstreyms mikrobylgjur (DC – Direct Current) ávirka ikki livandi kyknur, sum tær menniskjaskaptu, ið eru veksilstreyms mikrobylgjur (AC – Alternating Current). Finnast ikki í náttúruni Ónattúrligu veksilssteyms mikrobylgjurnar, skifta polaritet fleiri ferð hvørt sekund og taka fatur á t.d. vatnmýl, ið hava ein...
Les Meira