Postar merktir "Loyvi"

Erbylgjufelagið fyllir eitt ár

Lagt út t. 22/10/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Erbylgjufelagið fyllir eitt ár

Grein í Sosialinum 19. oktober 2012. Í sambandi við eitt ára stovningardagin hjá Erbylgjufelagnum, vilja vit gjarna varpa ljós á virksemi felagsins, sum er at kunna um vandan av erbylgjum [erbylgja kv¹ føroyskt orð fyri mikrobylgja] Síðan Erbylgjufelagið bleiv stovnað fyri einum árið síðan, vita vit, at fleiri hava skift frá Wi-Fi  (tráðleyst internet) yvir til fastnet internet, antin til vanligan leidning, ella við at senda internetsignalið frá routaranum inn í elkervið í húsinum og harfrá inn í telduna (rópt dLAN). Fólk sleppa sær av við Wi-Fi Tað, at Wi-Fi verður slept til frama fyri...

Les Meira

Fartelefonsendarar í lyktapelum?

Lagt út t. 27/06/2011 í Tíðindi | 0 viðmerking

Fartelefonsendarar í lyktapelum?

Við Marknagilsvegin í Havn (millum Dalavegin/Svaldbardsvegin) eru 2 fartelefonsendarar settir upp í einum lyktapela. Tá telefyritøkur seta upp sendarar t.d. í ein lyktapela, skulu tær ikki søkja um eitt verðuligt byggiloyvi fyri at seta sendararnar upp, tí talan er ikki um eina nýggja mastur, ið skal byggjast. Ein umsókn skal sendast Tórshavnar Kommunu og loyvi verður sum oftast givið. Fjarskiftiseftirlitið skal heldur ikki spyrjast eftir í hesum føri. Tórshavnar Kommuna veit heldur ikki sjálv, hvussu nógvir sendarar eru í kommununi. Eingi krøv eru um, at telefyritøkan ella kommunan skal...

Les Meira