Postar merktir "Kanningar"

Ljóðfílur

Lagt út t. 07/05/2015 í | 0 viðmerking

Ljóðfílur

Erbylgjufelagið í fjølmiðlunum – ljóðfílur Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum – mótmæli móti Huawei 16.05.2016 gjørdi KvF útvarpssamrøðu við form. í Erbylgjufelagnum, í samband við, at Erbylgjufelagið var farið undir innsavnan av undirskriftum ímóti, at Føroyar eru vornar testøkið hjá kinesisku telefyritøkuni Huawei.   Morgunsendingin á Rás 2 – Erbylgjufelagið eitt ár http://www.erbylgjufelagid.fo/audio/Ras2_22.10.12.mp3 22. oktober 2012 var formaðurin í Erbylgjufelagnum gestur í morgunsendingini á Rás 2 í samband við, at felagið varð 1 ár. Samrøðan kemur m.a. inn á orsøkina...

Les Meira

Nýggj kanning úr Brazil: Fartelefonmastrar elva til krabbamein

Lagt út t. 28/06/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

Nýggj kanning úr Brazil: Fartelefonmastrar elva til krabbamein

10 ára long kanning úr Belo Horizonte, trið størsta býnum í Brazil, vísir, at fólk, ið búgva innanfyri 500 metrum frá eini fartelefonmastur, fáa nógv oftari krabbamein enn fólk, ið búgva longri burtur frá. Kanningin varð samskipað av Adilza Condessa Dode, PhD, og gjørd av vísindafólki frá Federala Universitetinum í Minas Gerais (UFMG) frá 1996 til 2006, og vísir eitt beinleiðis samband til 7.191 krabbameinsandlát av geisling frá fartelefonmastrum. Kanningini vísir, at av teimum, ið doyggja av ávísum krabbameinssløgum (svullum í prostata, bróstum, lungum, nýrum og livur), búgva meir enn 81%...

Les Meira

Hvat siga kanningar?

Lagt út t. 05/07/2011 í | 0 viðmerking

Hvat siga kanningar?

Kanningar frá óheftum vísindafólkum vísa, at mikrobylgjugeisling (frá t.d. fartelefonum) er skaðilig. Á flestu síðunum á hesi heimasíðu finnur tú leinki til kanningar um tú trýstir á bláu orðini. Á Powerwatch er ein langur listi av kanningum, ið vísir biologiska ávirkan frá t.d. fartelefonum og fartelefonmastrum. Vit útbyggja okkara lista og vísa beinleiðis til kanningina ella samandráttin. Listin hjá the Bioiniative workgroup t.v. vísir ein langan grafiskan lista yvir kanningar. Allur listin sæst her.   Dr. Andrew Goldsworthy, MSc PhD, greiðir her frá sjálvari mekanismuni, sum ger, at...

Les Meira

Tráðleyst internet

Lagt út t. 03/07/2011 í | 0 viðmerking

Tráðleyst internet

Tráðleyst internet (Wi-Fi) er ógvuliga vanligt í Føroyum – bæði í skúlum og heima við hús – og ger tað óneyðugt at binda teldu og routara saman við leidningi. Tráðleyst internet virkar á tann hátt, at bæði rutari og telda (ið hevur Wi-Fi sett til), senda út sonevndar mikrobylgjur (elektromagnetiskar geislar), sum treingja ígjøgnum luft og veggir. Mikrobylgjurnar treingja eisini djúpt inn í mannakroppin og kunnu elva til kyknubroytingar og somuleiðis kunnu geislarnar elva til bæði einkult og dupult brot á DNA streingir. Dupultbrotini eru serliga álvarslig. Geislingin av tráðleysa internetinum...

Les Meira