Postar merktir "Hjartaórógv"

Føroyingar og europearar raktir av ókendari sjúku

Lagt út t. 10/02/2016 í Tíðindi | 0 viðmerking

Føroyingar og europearar raktir av ókendari sjúku

 312 milliónir europearar raktir av ókendari sjúku Talan er um ókendu sjúkuna elektro-ovurviðkvæmi, har rakti persónurin fær ávís sjúkueyðkenni av at uppihalda sær í øki við tráðleysum internetið (Wi-Fi) ella av at tosa í fartelefon. Sjúkueyðkennini eru m.a. høvuðpína, óregluligur hjartasláttur og húðútslett. Tølini eru grundað á spurnarkanningar úr fleiri europeiskum londum. 3% hava álvarslig sjúkueyðkenni og mugu taka serlig atlit í gerandisdegnum, fyri at sleppa undan at verða sjúk. Hini, sum hava mild sjúkueykenni, telja upp í 35 % av fólkatalinum. Sjúkueyðkennini her eru t.d. pína í...

Les Meira

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Lagt út t. 15/12/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Grein í Vikuskiftis-Sosialinum 7.12.12 og Dimmalætting 13.12.12. Hvat gera foreldur og skúlaleiðsla, tá næmingar fáa høvuðpínu, svimbul, pínu fyri bringuna, verri sodning og møði, meðan teir uppihalda sær á nýmótans og tráðleysa Stranda skúla? Stranda skúli fer í næstum at geva øllum næmingum í skúlanum ein iPad (teldil) og útbyggja tráðleysa netið á skúlanum. Hetta metir Erbylgjufelagið er ein heilsuskaðilig íløga. Skúlaleiðslan grundar sína avgerð við, at framtíðin er digital og at í øðrum londum fáa serliga næmingar, ið hava tungt við at læra, gagn av einum iPad. Við hesum skilst, at...

Les Meira

Danskur granskari sjúk av geisling

Lagt út t. 24/03/2012 í Tíðindi | 0 viðmerking

Danskur granskari sjúk av geisling

Vibeke Frøkjær Jensen, seniorgranskari á Danmarks Tekniske Universitet greiddi alment frá á DR 1, hóskvøldið 8. marts 2012, hvussu hon er vorðin sjúk av geisling frá mobiltelefonum og øðrum tólum, ið geisla við erbylgjum. Í DR1 ‘Aftenshowet’ greiddi hon frá, at hon hevði himprast við at stíga alment fram við hesum, tí el-ovurviðkvæmi er eitt tabu í Danmark. Vibeke fekk migrenulíknandi høvuðpínu, hjartaórógv, kvalma og ilt í búkin av geislingini. Hon fann sjálv útav, hvør grundin til trupulleikarnar vóru, við at leita á internetinum. Sundhedsstyrelsen sigur í svari til...

Les Meira

Tráðleyst internet (WiFi) er skaðiligt fyri heilsuna

Lagt út t. 08/09/2011 í Greinar | 0 viðmerking

Innlegg í Dimmalætting og Sosialurin 31. august 2011: Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum sett upp tráðleyst internet (WiFi) á Býarbókasavninum, í ungdómsklubbanum 188 í Hoyvík og í býbussunum. Men samstundis sum býráðspolitikarar fegnast, mælir Europa Ráðið í niðurstøðu (resolusjón 1815) limalondum sínum frá at seta upp tráðleyst internet, har børn og ung eru, tí tráðleysa internetið er heilsuskaðiligt. Ístaðin verður mælt skúlum at brúka fastnetssamband. Tráðleyst internet er skaðiligt fyri heilsuna, tí tað sendir út sonevndar mikrobylgjur (elektromagnetiskar geislar), sum treingja djúpt...

Les Meira

Fartelefonmastrar

Lagt út t. 21/07/2011 í | 0 viðmerking

Fartelefonmastrar

 Alment innlit: Erbylgjufelagið hevur fingið alment innlit í umsókn frá Føroya Tele til Tórshavnar kommunu um loyvi til uppsetan av nýggjum fartelefonmastrum. Her kanst tú síggja ætlanina í pdf fílu: Plasering av nýggjum fart. mastrum í Tórshavnar Kommunu: 10 kort Høvuðsyvirlit – beskrivilsi, slag og hædd av nýggjum mastrum …………………………………. Fartelefonir hava brúk fyri fartelefonmastrum fyri at kunna flyta samrøðuna millum tey, ið tosa saman. Hesar mastrar standa úti í fjøllunum, í bygdum øki t.d. uppi í...

Les Meira