Postar merktir "Elektro-ovurviðkvæmi"

Vísindafólk ávara móti 5G tøknini

Lagt út t. 19/03/2018 í Tíðindi | 0 viðmerking

Vísindafólk ávara móti 5G tøknini

Kanningar vísa, at millimetur-bylgjur (5G), sum amerikanska verjumálaráði brúkar at temja mannamúgvur við, hava neiliga ávirkan á húðina og eyguni hjá fólki.    Ísraelsk kanningarúrslit frá altjóða ráðstevnu vísa, at elektromagnetisku frekvensirnir, sum verða brúktir í nýggjasta fartelefon netverkinum, nevnt 5G, eisini verða brúktir til temjing av mannamúgvum. Núverandi kanningar staðfesta, at hesar bylgjur samskifta beinleiðis við húðina á fólki, og serstakliga við sveittkertlarnar. Dr. Ben-Ishai frá Alisfrøðideildini á Hebrew University í Ísrael, lýsti fyri kortum, hvussu...

Les Meira

Føroyingar og europearar raktir av ókendari sjúku

Lagt út t. 10/02/2016 í Tíðindi | 0 viðmerking

Føroyingar og europearar raktir av ókendari sjúku

312 milliónir europearar raktir av ókendari sjúku Talan er um ókendu sjúkuna elektro-ovurviðkvæmi, har rakti persónurin fær ávís sjúkueyðkenni av at uppihalda sær í øki við tráðleysum internetið (Wi-Fi) ella av at tosa í fartelefon. Sjúkueyðkennini eru m.a. høvuðpína, óregluligur hjartasláttur og húðútslett. Tølini eru grundað á spurnarkanningar úr fleiri europeiskum londum. 3% hava álvarslig sjúkueyðkenni og mugu taka serlig atlit í gerandisdegnum, fyri at sleppa undan at verða sjúk. Hini, sum hava mild sjúkueykenni, telja upp í 35 % av fólkatalinum. Sjúkueyðkennini her eru t.d. pína í...

Les Meira

Gro Harlem Brundtland: »Sleppi mær undan at tosa í fartelefon«

Lagt út t. 03/07/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

Gro Harlem Brundtland: »Sleppi mær undan at tosa í fartelefon«

Fyri fyrstu ferð í nærum 11 ár hevur fyrrv. norski forsætisráðharrin, Gro Harlem Brundtland, úttala seg um sítt nógv umtalaða fartelefonbrúk. Úttalilsi frá Gro til norsku ávísina Aftenposten 28. juni 2013, kemur eftir, at norski heilsumálaráðharrin, Jonas Gahr Støre sunnudagin segði til Aftonbladet, at Brundtland aftur er byrjað at brúka fartelefon, tí hann og Brundtland samskifta við hvønn annan við smartfon. Tíðindini undraðu nógv, tí tað er ikki vanligt, at fólk, ið fyrst útvikla sokallað »elektro-ovurviðkvæmi« sleppa heilt av við sjúkueyðkennini – sum í Brundtlands’a føri er...

Les Meira

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Lagt út t. 15/12/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Grein í Vikuskiftis-Sosialinum 7.12.12 og Dimmalætting 13.12.12. Hvat gera foreldur og skúlaleiðsla, tá næmingar fáa høvuðpínu, svimbul, pínu fyri bringuna, verri sodning og møði, meðan teir uppihalda sær á nýmótans og tráðleysa Stranda skúla? Stranda skúli fer í næstum at geva øllum næmingum í skúlanum ein iPad (teldil) og útbyggja tráðleysa netið á skúlanum. Hetta metir Erbylgjufelagið er ein heilsuskaðilig íløga. Skúlaleiðslan grundar sína avgerð við, at framtíðin er digital og at í øðrum londum fáa serliga næmingar, ið hava tungt við at læra, gagn av einum iPad. Við hesum skilst, at...

Les Meira

Danskur granskari sjúk av geisling

Lagt út t. 24/03/2012 í Tíðindi | 0 viðmerking

Danskur granskari sjúk av geisling

Vibeke Frøkjær Jensen, seniorgranskari á Danmarks Tekniske Universitet greiddi alment frá á DR 1, hóskvøldið 8. marts 2012, hvussu hon er vorðin sjúk av geisling frá mobiltelefonum og øðrum tólum, ið geisla við erbylgjum. Í DR1 ‘Aftenshowet’ greiddi hon frá, at hon hevði himprast við at stíga alment fram við hesum, tí el-ovurviðkvæmi er eitt tabu í Danmark. Vibeke fekk migrenulíknandi høvuðpínu, hjartaórógv, kvalma og ilt í búkin av geislingini. Hon fann sjálv útav, hvør grundin til trupulleikarnar vóru, við at leita á internetinum. Sundhedsstyrelsen sigur í svari til...

Les Meira