Postar merktir "DNA"

Takk, Atlantic Airways – fyri erbylgjufría Airbussin!

Lagt út t. 20/05/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Takk, Atlantic Airways – fyri erbylgjufría Airbussin!

Innlegg í Dimmalætting 16. mai 2012: Atlantic Airways hevur valt ikki at hava tráðleyst internet (WiFi) umborð á nýggja Airbus 319. Hetta er at gleðast um, tí við hesum gevur Atlantic Airways sínum ferðafólkum eina nógv grønari flogferð. Nýggja flogfarið bleiv umtalað í útlendskum flogblað, sum slóðbrótandi, tí airbussurin hjá Atlantic – sum fyrsta flogfar í Evropa – hevur nýggju RNP AR navigatiónsútgerðina, sum allarhelst ger, at flogfarið sparir brennievni og tí eisini dálkar minni. Avgerðin um ikki at hava WiFi umborð er ein røtt avgerð afturat hjá Atlantic! Við hesum sleppa...

Les Meira

Tráðleyst internet (WiFi) umborð á Smyrli ?

Lagt út t. 20/01/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Tráðleyst internet (WiFi) umborð á Smyrli ?

Innlegg í Dimmalætting 18-01-2012: Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur á Føroya Løgtingi spurt Johan Dahl, landsstýrismann, hvussu tað ber til, at onki frítt internet er umborð á Smyrli og øðrum strandfaraskipum. Allarhelst er tað tráðleyst internet (WiFi), sum Høgni Hoydal her eftirlýsir. Í hesum sambandi vil Erbylgjufelagið koma við nøkrum viðmerkingum viðv. tráðleysum interneti (WiFi). Pulserandi erbylgjur og skaðar á DNA hjá fólki Tráðleyst internet (WiFi) virkar á tann hátt, at smáar sendistøðir (beinarar/rutarar) senda út pulserandi erbylgjur (føroyska orðið fyri...

Les Meira

Hvat siga kanningar?

Lagt út t. 05/07/2011 í | 0 viðmerking

Hvat siga kanningar?

Kanningar frá óheftum vísindafólkum vísa, at mikrobylgjugeisling (frá t.d. fartelefonum) er skaðilig. Á flestu síðunum á hesi heimasíðu finnur tú leinki til kanningar um tú trýstir á bláu orðini. Á Powerwatch er ein langur listi av kanningum, ið vísir biologiska ávirkan frá t.d. fartelefonum og fartelefonmastrum. Vit útbyggja okkara lista og vísa beinleiðis til kanningina ella samandráttin. Listin hjá the Bioiniative workgroup t.v. vísir ein langan grafiskan lista yvir kanningar. Allur listin sæst her.   Dr. Andrew Goldsworthy, MSc PhD, greiðir her frá sjálvari mekanismuni, sum ger, at...

Les Meira

Endamálið hjá felagnum

Lagt út t. 28/06/2011 í | 0 viðmerking

Endamálið hjá felagnum

Endamálið hjá felagnum er at kasta ljós á negativu biologisku ávirkanina frá tráðleysari tøkni, so sum Wi-Fi og fartelefonmastrum, fartelefonum, tráðleysum heimatelefonum og tráðleysum internetið. Økt tilvitan kann viðvirka til avmarking av geislingingini frá hesi tøkni. Telefyritøkur og mynduleikar eiga at taka fyrivarni, tá framtíðar tráðleys tøkni verður planløgd og møguliga tikin í brúk. Borgarin og grannaløg mugu spyrjast áðrenn sendarar og mastar verða settar upp. Kommunu- og landsmynduleikar mugu geva borgarunum rættin til at siga nei til sendimastrar og sendarar í teirra grannalagi....

Les Meira