Sverri Steinhólm, sjúkrahúsprestur: »Eg fái ilt í høvdið, tá eg tosi í fartelefon!«

Lagt út t. 24/03/2014 í Tíðindi | 0 viðmerking

sverri-thumb– Eg fái ilt í høvdið um eg haldi fartelefonina inn at høvdinum, sigur Sverri Steinhólm í videosamrøðu við Erbylgjufelagið.

Hann hevur brúkt fartelefonina nógv seinastu 18 árini í sínum starvi sum sjúkrahúsprestur á Landssjúkrahúsinum.
– Í dag brúki eg altíð ein tráð ímillum meg og fartelefonina, greiðir Sverri Steinhólm frá í samrøðuni.

Tað eru ongi tøl fyri hvussu nógvir føroyingar eru ovurviðkvæmir yvirfyri elektromagnetiskum bylgjum, herundir strálingini frá fartelefonum og tráðleysum internetið, men svensk tøl siga, at minst 3,2% ella 300.000 svenskarar eru elektro-sensitivir, harav 0,4% ella 36.000 eru illa raktir. Sí skjal frá svenska »Miljöhälsorapport 2009«.
Onnur lond sum England og Eysturríki, siga frá tølum upp í 11% og 13.3%.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This