Stuðla faldaran »Tráðleys børn«

Nøkur í Erbylgjufelagnum hava umsett svenska faldaran »Uppkoblade Barn« til føroyskt við heitinum »Tráðleys Børn«.

Innihaldið, sum kann síggjast her, er eftir okkara meting pedagogiskt frálíka gott og vísir samstundis, at óheft vísind er samd um, at álvarsligir heilsuvandar standast av tráðleysari tøkni, sum nú uttan nakað himpr verður sett upp á m.a. fólkaskúlum – summir skúlar eru longu blivnir heilt pappírsleysir.

Hetta merkir, at næmingarnir noyðast at brúka tráðleysar teldlar (iPads) og verða tí útsettir fyri sterkum og áhaldandi mikrobylgjufeltum.

Samstundis vita vit aðrastaðni frá, at uml. 3% av fólki hava ment sokallað elektro-ovurviðkvæmi (EHS), t.v.s. tey fáa t.d. sterka høvuðpínu og óregluligan hjartasláttur tá tey eru í rúmi við Wi-Fi. Ein væl størri prosentpartur hevur elektro-ovurviðkvæmi í minni mun og hesi verða t.d. heit um oyrað, tá tey tosað í fartelefon.

Kendasti persónurin við elektroovurviðkvæmi er ivaleyst fyrrv. norski forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland.

Komandi árini fara fleiri ungir føroyingar at fáa elektro-ovurviðkvæmi og tí er neyðugt nú, at kunna skúlar og barnagarðar, so tey:
1) hugsa seg um, áðrenn tey velja at gerðast tráðleys
2) hava mannagongdir klárar, tá tey fyrstu barnagarðsbørnini og fólkaskúlanæmingarnir fáa hetta nýggja slagið av ovurviðkvæmi.

Stuðla tí okkum við eini upphædd, so vit fáa prentað og sent hendan faldaran við 8 A4 síðum út til allar føroyskar barnagarðar og allar fólkaskúlarnar í Føroyum.
Vit senda eitt eintak til hvønn skúla- og barnagarðsstýrislim – einar 3-6 faldarar til hvønn skúla/barnagarð. Og tey sum stuðla peningaliga fáa 3 eintøk sendandi.

Aðrir faldarar verða lagdir út á almenn støð og givnir politikkarum.

Upplag: 7.500 eintøk
Prenting: kr. 12.500
Útbering (Posta): kr. 2.500
Mvg: kr. 3.750
Íalt: kr. 18.750

Røkka vit ikki ásettu upphæddina, prenta og senda vit út faldararnar alt eftir førimuni.

Viðv. gjalding:
Tygum seta peningin inn á okkara konto í Norðoya Sparikassa: 9865-991.169.8 og viðmerk ‘faldari’.

Takk fyri tín stuðul!

Møguleiki er at fáa faldaran sendandi við postinum ella avheinta hann.
Pr. eintak: kr. 25 + porto. Skriva ella ring.

Share This