Hvat siga kanningar?

Kanningar frá óheftum vísindafólkum vísa, at mikrobylgjugeisling (frá t.d. fartelefonum) er skaðilig.

  • Á flestu síðunum á hesi heimasíðu finnur tú leinki til kanningar um tú trýstir á bláu orðini.
  • Á Powerwatch er ein langur listi av kanningum, ið vísir biologiska ávirkan frá t.d. fartelefonum og fartelefonmastrum.

Vit útbyggja okkara lista og vísa beinleiðis til kanningina ella samandráttin.
Listin hjá the Bioiniative workgroup t.v. vísir ein langan grafiskan lista yvir kanningar. Allur listin sæst her.

 

Dr. Andrew Goldsworthy, MSc PhD, greiðir her frá sjálvari mekanismuni, sum ger, at elektromagnetisk geisling ávirkar kyknurnar í mannakroppinum  – og sum tí kunnu ávirka allan kroppin. Áhugaverd og grundleggjandi vitan – á enskum. Greiðir frá hvussu tað ber til, at mikrobylgjugeisling kann geva høvuðpínu, kvalma og møði.

Geisling frá fartelefonum skaðar DNA í heilanum
Mikrobylgjunar fara inn í heilan hjá brúkaranum og elva til bæði einkult og dupultbrot á DNA í heilakyknunum. Dupultbrot eru serliga álvarslig og er eitt av undanstigunum til krabbamein. DNA skaðarnir eru væl og virðiliga staðfestir fyri áratíggjum síðan, sum Robert C. Caine eisini dokumenterar í bókini Cellular Telephone Russian Roulette. Óheft vísindafólk, sum Lai og Singh, Philiphs (Loma Linda), Adey (Riverside), Roti-Roti (St. Louis), Repacholi (Australia) og Johansson (Svøríki), eru øll komin fram til somu úrslit hesum viðvíkjandi.


DNA skaðar: Myndin til vinstru vísir vanligar heilakyknur (hjá livandi rottu) við ongum DNA skaða.
Myndin til høgru vísir somu kyknur við DNA skaða, eftir at tær vóru útsettar fyri veikari erbylgjugeisling. Kanningarhátturin, ið nýttur varð, verður róptur ‘comet assay’, ið er standard kanningarhátturin, tá kannað verður fyri DNA skaðar. Myndin er tikin av Henry Lai professara. Les meir um Lai og kanningina á The University of Washington Alumni Magazine.

Samband millum fartelefonir og krabbamein í munnvatnskertlinum
Ovastin fyri INTERPHONE kanningini, Elisabeth Cardis, og vísindafólk úr Ísrael staðfesta samband millum fartelefonir og krabba í munnvatnskertlinum (partoid gland). Títtleikin økist tess longri tú tosar í fartelefon hvønn dag, og økist eisini, jú fyrr í lívinum byrjað verður at brúka fartelefon.

Fartelefonmastrar elva til biologiska ávirkan á mannakroppin

Meginparturin av vísindaligum biologiskum kanningum vísa lívfrøðiliga ávirkan av mastrum, ið senda við eini styrki, ið langt undir loyvdu markvirðunum. WHO hevur í sínum dátugrunni 14 góðkendar epidemilogiskar kanningar um heilsuárin av fartelefonmastrum – 10 av teimum 14 vísa negativ heilsuárin.

Týsk kanning úr býnum Naila vísti 3 faldaðan krabbameinstíttleika hjá teimum, ið búðu upp til 400m frá tveimum fartelefonsendarum. Kannað vóru 1000 fólk í 10 ár. Týska kanningin og meira generelt her.

Ísraelsk kanning úr býnum Netanya vísti 4 faldaðan krabbameinstíttleika hjá teimum, ið búðu upp til 350m frá eini fartelefonsendistøð. Kannað vóru 622 fólk í 3-7 ár. Ísraelska kanningin og meira generelt her.

Egyptisk kanning (2010) vísir týðiliga ávirkan á hormon framleiðsluna í børkinum hjá teimum, ið búgva tætt við fartelefonmastrar og sum brúka fartelefon. Blóðvirðini vístu greiða minking í  ACTH, cortisol, thyroid hormonum, prolactin í ungum kvinnum, og í testosteron virðunum. Kanningin vardi í 6 ár.

Týsk kanning (2011) úr Rimbach, Bavaria, vísir týðiliga broytt adrenalin- og dopamin-innihald í blóðinum hjá 60 fólkum, ið vóru kannaði áðrenn og eftir at ein nýggj GSM fartelefonmastur bleiv tikin í nýtslu. Kanningin varði góðar 18 mánaðar. Týska kanningin og ein stutt umrøða.

Grafur úr Rimbach kanningini: Vísir broytingina av phenylethylamine (PEA) av fólkum, ið búðu við nýggju GSM fartelefonmastrina – her samanborið við tey, ið eisini høvdu tráðleysar heimatelefonir. PEA regulerar m.a. lag, árvakni og orku í fólki. (grafurin strekkir seg yvir góðar 18 mánaðar).

Dr. Neil Cherry dregur her saman um lívfrøðiligu kanningarnar av erbylgjugesling, ið vísa neiligu ávirkanina á melantoninframleiðsluna í heilanum, tá ein býr innanfyri 500 metrar frá eini fartelefonmastur.

American Society for Reproductive Medicine prentaði í 2011 kanning, ið vísir, at sáðgóðskan hjá monnum versnar við at uppihalda sær í rúmi við við eini farteldu við WiFi-sambandið í 4 tímar. Eisini hendu skaðar á DNA í sáðkyknunum.

WHO klassaði radiofrekventa geisling í klassa 2B (í 2011), ið merkir, at mikrobylgjur frá m.a. fartelefonum eru “møguliga krabbameinselvandi”.

Eisini kunnu henda stórar broytingar í ‘eydnuhormoninum’ serontonin og í ‘svøvnhormoninum’ melantonin.

Kanning frá 2011 vísti, at Wi-Fi broytir elektriska aktivitetin í heilanum hjá ungum kvinnum og monnum og minkar um árvakni. Ávirkanin var kynsrelaterað, alt eftir um persónurin var maður ella kvinna.

Share This