Fyrrverandi stjóri í Nokia: »Fartelefonir oyðiløgdu mína heilsu«!

Postað t. 03/12/2014 í Tíðindi | 0 viðmerking

Fyrrverandi tøkniovastin í Nokia, Matti Niemelä, sum var við at menna heimsins fyrstu fartelefonir, gjørdist sjálvur álvarsliga sjúkur av mikrobylgjustráling frá fartelefonum.

Harafturat varð staðfest, at hann hevði fingið Multiple Sclerosis (MS) — og nakrar kanningar vísa eisini, at mikrobylgjustráling kann økja vandan fyri MS.

———
Skrivað: Anne Nikka ⎪ Foto: Jukka Vuokola / Aamulehti
Upprunalig grein í finska blaðnum Satakunnan Kansa ⎪ Umsett úr enskum: J. Guttesen

———

Fyri Matti Niemelä, nú búsitandi í Tampere, 44 ár, var lívið sum í filmunum, tá hann sum ungur maður varð biðin at arbeiða fyri Nokia í 1997.

Tann avbera gløggi ungi maðurin fór skjótt uppeftir starvsstiganum til at verða ovasti tøknileiðari (Chief Technology Officer) í tíggju ár, og var við í menningini av heimsins fyrstu fartelefonum, geymum og WLAN (Wi-Fi) netum.

Í 2007 rakti karrieran hjá Niemelä einum múri, tá heilsan hjá honum fór fyri bakka. Í dag kann hann bara flyta seg við hjálp av einum gangistativi. Niemelä noktar at brúka ein rullistól.

— Ironi’in er, at eg ikki longur eri førur fyri at brúka nøkur av tólunum, sum eg sjálvur havi ment, sigur Niemelä við einum smíli.

Niemelä er ein av teimum óeydnusomu, sum hava upplivað álvarslig sjúkueyðkenni av mikrobylgjustráling.

— Sum ferðandi kring heimin við einum kommunikatori (ein gomul útgáva av smartfonini) við hondina, so var eksponeringin fyri strálingini ógvuliga stór frá morgni til kvølds, og sjálvt um náttina.

Fá fólk hava verið útsett fyri slíkari yvirdosering av stráling, sum eg. sigur Niemelä.

Tey fyrstu sjúkueyðkennini komu longu í fyrsta árinum sum starvsfólk hjá Nokia.
— Eg spældi badminton, og eg kundi ikki longur raka bóltin í einari serv, hóast eg hevði spælt badminton í eina tíð.

Í fyrstuni tímdi Niemelä ikki at fara til læknan, mest fyri óttanum fyri krabbameini í heilanum.

Sjúkueyðkennini gjørdust verri ár um ár

— Eg kundi ikki ganga, meðan eg tosaði í fartelefonini, tí hon elvdi til koordinerings trupulleikar. Tess hægri exponeringin varð, tess óklárari bleiv hansara tala.

Oyrað kendist eisini heitt, tá eg tosaði í telefonini í longri tíð. Eg stríddist víðari og brúkti telefonina, inntil eg ikki longur føldi mína egnu húð. Tá noyddist eg at fara til læknan, greiðir Niemelä frá.

Í 2001 avdukaðu MRI myndir og royndir av cerebrospinal vætuni tann brutala verðuleikan Multible Sclerosis.

— Tað var eitt slag av lætta, tí man kann liva við MS, men soleiðis er ikki við krabbamein í heilanum.

Sambært Niemelä vilja umboðsfólk hjá læknunum ikki taka støðu um stráling frá fartelefonum hevur elvt til MS’ina.

— Eg eri leikmaður, ikki lækni. MS er greitt elvt av fleiri ávum, ikki bara geislingini frá fartelefonum. Kortini so økir strálingin míni MS sjúkueyðkenni.
Eisini kunnu hesi sjúkueyðkenni lætt koma í bland við sjúkueyðkenni frá fartelefonum, greiðir Niemeä frá. Meðan samrøðan er, gerst røddin hjá Niemeä ótýðulig.

Eitt skilti í gongdini biður teg sløkkja fartefonina. Sjálvt eitt lítið útsetilsi fyri  stráling er ov nógv.

Eg kann ikki longur fara í biografin ella uppihalda mær leingi á almennum økjum við nógvari stráling , sigur Niemeä, sum nú má góðtaka, at teir fýra veggirnir í heimi hansara, nú eru hansara fongsul.

Sjálvt um Niemeä hevur mist heilsu, starvsleið og fyri stuttum eisini hjúnarlagið, ákærir Niemeä ikki nakran.

—Eg eri ikki beiskur, tað var mítt egna val at arbeiða fyri Nokia.

Heldur ikki ynskir hann at skapa ótta um vandarnar við fartelefonbrúki.

— Eitt fólk við góðari heilsu kann brúka eina fartelefon við skynsemi.

Niemeä viðgongur, at tað at fara alment út við sínari søgu, viðførir ein stóran vanda.

— Eg eri bangin at tosa alment um hetta, tí eg vil ikki verða eyðmerktur sum ørur í høvdinum.

Nokia høvuðsskrivstovan í Espoo Finlandi

Niemeä greiðir frá, at í Nokia hevur altíð verið tøgn um evnið stráling frá fartelefonum.

— Tú kundi ikki tosa um hetta í Nokia. Starvsfólkini hugsaðu um strálingin mundi elva til skaða. Kortini tordu ongi starvsfólk at siga nakað um hetta, tí so høvdu tey mist starvi.

Niemeä sigur, at hann nevndi sínar heilsutrupuleikar fyri læknanum fyrstu ferð í 2006.

— Læknin greiddi mær frá, at fleiri sjúklingar hava somu sjúkueyðkenni, sum eg, avdúkar Niemeä.

Niemeä er serliga stúrin um børnini og teirra nýtslu av fartelefonum, tí áhaldandi eksponeringin við oyrað og høvdið, ger onki gott.

— Hesi tingini hava verið tagd burtur ov leingi. Eg vóni, at tað gerst møguligt at tosa opið og uttan ótta um sjúkueyðkennini.

Les eisini: Gro Harlem Brundtland: »Sleppi mær undan at tosa í fartelefon«

————
Núverandi Senior Vice President hjá Nokia, Tom Kuupelomäki vissar um, at øll tólini fylgja krøvunum, sum eru ásett av altjóða heilsunevndum og standardum.

—Vørutrygd er av alstórum týdningi fyri bæði Nokia og Microsoft.

Átti nógva fartelefonnýtslan hjá starvsfólkunum í Nokia gjøgnum síðstu áratíggjuni, ikki at gjørt tað týðiligt um strálingin elvdi til sjúkueyðkenni?

— World Health Organisation hevur hugt eftir eftir nøkrum kanningum frá síðstu áratíggjunum við tí fyri eyga at staðfesta um fartelefonbrúk er ein møguligur heilsuvandi.

Kuupelomäki heldur fast við, at higar til hava kanningar ikki staðfest neilig heilsuárin frá fartelefonbrúki.

Hvat fyri slag av kanningum um stráling hevur Nokia gjørt og stuðla síðan síðst í 1980’unum?

— Nokia og Microsoft eru nú við fíggingini av kanningunum hjá MMF (Mobile Manufacturers Forum).

Arbeiðini og kanningarnar, sum verða gjørdar í samstarvi millum almennar stovnar og umboðum frá øðrum vinnum, kunnu finnast á heimasíðuni hjá MMF.

— Vit trúgva, at óheftar kanningar vilja koma fram við bestu brúkaravitanini um tóltrygdina.

Hvussu fara heilsuárinini at verða kannaði í framtíðini?

— WHO hevur gjørt vegleiðingar fyri meiri kanningum um elektromagnetiskum feltum, so at ein nágreinilig vandameting kannn gerast.

Les eisini: WHO: Samanhangur millum tráðleysar telefonir og krabbamein í heilanum

Viðmerk

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

*

Share This