Mikrobylgjur »allarhelst krabbameinselvandi«, sigur IARC limurin Dr. Anthony Miller

Lagt út t. 07/12/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

mikrobylgjurÍ eini hoyring fyri Toronto Government Management Committee í november mánaði í ár (2013), um víðari útbreiðslu og (tískil) størri tættleika av mikrobylgjugeisling frá lágum mastrum undir 15 metur, segði Dr. Anthony Miller, professor emeritus og epidemologur við Dalla Lana School of Public Health í Kanada, at síðan IARC í 2011 uppklassaði mikrobylgjur til klassa 2B, sum »møguliga krabbameinselvandi«, hava kanningar síðan víst, at mikrobylgjur nú eiga at fara enn longur upp á vandalistan, til 2A »allarhelst krabbameinselvandi«.
Dr. Miller vísir til eina nýggja greining, sum hann og ísraelskir og amerikanskir granskarar nýliga hava lagt fram, skrivar Citizens for Safe Technology.

Dr. Miller var sjálvur ein av limunum í Altjóða granskingarstovninum fyri krabbamein, IARC, í 2011, tá stovnurin flutti mikrobylgjur upp í klassa 2B sum »møguliga krabbameinselvandi«. Meira um hetta evni her.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This