Mikrobylgjuovnar

Mikrobylgju ovnar verða nógv nýttir t.d. at hita mat, tí tað er lætt og skjótt. Men sambært mercola.com vísir ein kanning gjørd av Richard Quan, M.D. úr Dallas, USA, at tað er vandamikið at hita bróstamjólk í mikrobylgjuovni. Mjólkin missir antistoff og niðurbrýtur lysozymini og tær góðu bakteriurnar, sum gera, at barnið kann niðurbróta mjólkina og fáa nýttu av henni. Hví so er, er ikki heilt greitt enn, tí so lítil gransking verður gjørd á júst hesum øki. Tað kann verða, at tað eru mikrobylgjurnar sjálvar – men tað kann eisini koma av tí, at ovnurin framleiðir sokallað “hot spots”, støð í mjólkini, har hitin verður ógvuliga høgur.

Mikrobylgjuovnar leka ofta nógvar mikrobylgjur út millum lokið. Í Havn hava vit mált upp til 1900µW/m² heili 8 metrar í beinari linju frá ovninum. Ikki eitt stað fyri nakran at vera í nánd av – serliga ikki fyri kvinnu, ið er við barn.

Statt ikki frammanfyri mikrobylgjuovnin
Dr. Magda Havas úr Kanada mælir til at fara út úr køkinum meðan mikrobylgjuovnurin er frá – so gott sum allir mikrobylgjuovnar leka mikrobylgjur.

Gro Harlem Brundtland greiddi í 2012 frá, hvussu hon fekk skaða av sínum mikrobylgjuovni:

” – Lat meg greiða frá, hvussu eg bleiv elektro-ovurviðkvom.
Í mínum føri var tað eitt óhapp við einum mikrobylgjuovni.
Meðan eg gjørdi døverða til meg og mannin, setti eg mat í mikroovnin á einum tallerki, ið hevði bláar blómur á. Tallerkurin byrjaði at neista, og uttan at hugsa um tað, fór eg nærri fyri at hyggja. “Míni eygu vórðu skadd og eg bleiv blind í eitt ár. Eg havi enn eina veika sjón. Tað vísti seg, at blómurnar vóru gjørdar av koboltbláari máling, og vit vita, at ein skal ikki seta metall inn í ein mikrobylgjuovn.

Hetta hendi bert tveir mánaðar eftir, at eg bleiv aðalskrivari í Heims Heilsustovninum (WHO). Eg hevði kannað evnið [mikrobylgjugeisling] áðrenn eg setti ein mikrobylgjuovn í mítt heim og eg hevði sannført meg sjálva um, at tað fór ikki at verða vandamikið — men hetta var ikki so.”
Les alla greinina her.

 

Share This