Ljóðfílur

Erbylgjufelagið í fjølmiðlunum – ljóðfílur


Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum – mótmæli móti Huawei

16.05.2016 gjørdi KvF útvarpssamrøðu við form. í Erbylgjufelagnum, í samband við, at Erbylgjufelagið var farið undir innsavnan av undirskriftum ímóti, at Føroyar eru vornar testøkið hjá kinesisku telefyritøkuni Huawei.

 

Morgunsendingin á Rás 2 – Erbylgjufelagið eitt ár

22. oktober 2012 var formaðurin í Erbylgjufelagnum gestur í morgunsendingini á Rás 2 í samband við, at felagið varð 1 ár. Samrøðan kemur m.a. inn á orsøkina til at felagið bleiv sett á stovn, hvørja ávirkan felagið hevur havt, og at fleiri føroyingar hava skift frá Wi-Fi yvir til HomePlug (dLAN) heima við hús.

Sendingin Góðanmorgun Føroyar í Kringvarpinum

Rakul Gudjónsson og Janus Guttesen úr Erbylgjufelagnum vóru gestir hjá Vár Jacobsen 10. apríl 2012. Trýst á fyri at lurta.

Morgunsendingin á Rás 2

23. september 2011 var Janus D. Guttesen gestur í morgunsendingini hjá Rás 2. Evni var mikrobylgjudálking og vertir vóru Eyðfinn Drewsen og Heri Simonsen.

DR Radio: Kan stråling fra mobilmaster måske være farligt?

Vibeke Frøkjær Jensen

Vibeke, seniorgranskari á DTU, Jørgen, villaeigari og Vagn, geislakonsulentur, eru í hesi sendingini um fartelefonmastrar og fartelefonir.
Vibeke viðger m.a. nógv umtalaðu donsku Cohort kanningina um mobilbrúk og krabbamein. Hon ávísir, hví kanningin ikki kann brúkast – hóast Sundhedsstyrelsen við kanningini í hond í 2011 segði, at tað endaliga er staðfest, at fólk ikki verða sjúk av at tosa í fartelefon. Áhugaverd sending.
Send 10. okt. 2012

Share This