Leinki

Norðurlendskir felagsskapir:


EHS Foreningen af el-overfølsomme
er danskt felag hjá teimum, ið eru vorðin elektro-ovurviðkvom. Góð heimasíða.
Elöverkänsligas Riksförbund er felag hjá teimum el-ovurviðkvomu í Svøríki. Nógv tilfar á síðuni.

Folkets Strålevern er eitt norskt áhugafelag, ið upplýsir um vandan við tráðleysari tøkni.

FELO – er norskt áhugafelagfelag hjá teimum, ið eru vorðin elektro-ovurviðkvom. Ógvuliga góð heimasíða. Felagið hevur undirfeløg og gevur limablað út og kommenterar almennar vísindaligar frágreiðingar.

Rådet for Helhedssikker Telekommunikation er ein danskur áhugafelagsskapur, ið upplýsir politikarar og borgaran um vandan frá geisling frá m.a. fartelefonum og iPads.

Safe School Commetee er ein nevnd av serkønum fólkum í Kanada, ið upplýsir um vandarnar við tráðleysum interneti (WiFi).

Strålskydsstiftelsen er svenskt áhugafelag, ið upplýsir um vandarnar við tráðleysu tøknini. Í nevndini er m.a. Tore Fahlström, ið hevur arbeitt í teleídnaðinum sum systemverkfrøðingur og Mona Nilsson, rithøvundur til bøkurnar ‘Mobiltelefonins hälsorisker’ og ‘Spelet om 3G’.

Enskar heimasíður:

Microwave News er ein tann besta keldan til kanningar, ið verða gjørdar av mikrobylgjum og ávirkan teirra á livandi kyknur.

We Are The Evidence er felagsskapur og rødd hjá teimum, ið eru skadd av elektromagnetiskari geisling.

Chronicexposure hevur síðan 2008 savnað tilfar inn um kanningar, ið vísa, hvussu erbylgjur frá fartelefonmastrum ávirka menniskju og livandi verur. Heimasíðan er byrja av finnanum Mikko Ahonen (PhD). Í dag eru tað fleiri fólk, ið savna tilfarið til síðuna.

ElectromagneticHealth.org er amerikansk síða, ið leggur seg eftir at veita upplýsandi tilfar um heilsuvandan frá tráðleysari tøkni til borgaran, fólk í heilsuverkinum og til fjølmiðlarnar.

The Environmental Health Trust er ein “think tank that promotes a healthier environment through research, education, and policy.

Mast Victims er heimasiða um fólk, ið eru merkt av skaðiliga árininum frá telemastrum, ið eru settar upp tætt við bústað teirra.

Next-up Organisation er eitt franskt felag í Lyon, ið m.a. arbeiðir við at savna saman upplýsingar frá fólki, ið búgva tætt við fartelefonmastrar og á henda hátt skjalprógva, hvussu geislingin ávirkar heilsuna. Felagið framleiðir eisini áhugaverdar videodokumentarar.

Radiationresearch er óheftur stovnur í Onglandi, ið m.a. ráðgevur ensku stjórnini og arbeiðir fyri at lækka loyvdu markvirðini (geiðslingina) frá fartelefonum og fartelefonmastrum.

Dr. Magda Havas er Associate Professor á Trent Universiteti í Kanada og serkøn í umhvørvi og tilfeingi. Hon hevur síðan 1990 kanna ávirkanina av elektromagnetiskari dálking. Áhugaverd heimasíða.

Facebook síður:

Brug af skadelig trådløs teknologi på skoler og i institutioner er áhugaverd, nógvir aktivir limir.

Campaign for Radiation Free Schools er ein bólkur, ið upplýsir foreldur og skúlar við vandan frá tráðleysari tøkni innan og uttanfyri skúlar.

Share This