Kvinna fekk ógvusliga pínu, tá Hey tendraði 5G-netið

Lagt út t. 12/03/2019 í Tíðindi | 0 viðmerking

Rætting til hesa grein og umbering til televeitaran Hey (13. mars 2019):
1) Hey tendraði ikki 5G-netið febr. 26., men eitt 5G-klárt tólnet.
2) 5G-klára tólnetið er bara tendrað í einum lítlum parti av Havnini.
3) Tí er ikki samband millum tað, at Hey tendraði fyri tólnetinum og hesa hending.

——————————

Modellmynd

Kvinna, ið býr uttan fyri Havnina, hevur skrivað til Erbylgjufelagið og greiðir frá, hvussu hon upplivdi týsdagin 26. februar 2019, dagin tá Hey tendraði sítt 5G-net.

Kvinnan, sum er í tjúgunum, vil vera anonym, men Erbylgjufelagið veit, hvør hon er.

Kvinnan greiðir soleiðis frá:

– Eg havi eina fartelefon, sum klárar at brúka 5G-net, og í gjár byrjaði eg at fáa ógvusliga pínu í ryggjargeislarnar fleiri ferðir. Pínan byrjaði mitt í geislaraðnum og fór uppeftir. Eg mátti bukka meg niður og at enda seta meg niður, tí eg fekk so ilt. Eg hevði eisini ilt við at anda og pínu í høvdinum.

– Í dag fann eg útav, hví tað hendir. Um eg tendri 5G-netið á telefonini, kemur hendan pínan næstan beinaveg – og hon fer burtur, um eg sløkki tað.

– Hetta gav meining, tá eg dagin eftir fann útav, at televeitarin Hey júst hevði tendrað sítt 5G-net. Eg googlaði tað og fann útav, at pínan, eg havi, er partur av tí, sum á enskum verður rópt fyri “microwave sickness”.

– Hetta er óhugnaligt at hugsa um, endar kvinnan samrøðuna við Erbylgjufelagið.

5G nógv størri lívfrøðiliga ávirkan

Sambært Dr. Martin Pall, professor emeritus í biokemi og Basic Medical Sciences við Washington State University, er 5G nógv annarleiðis enn undanfarin netverk. Ikki bara, tí at frekvensurin á hesum bylgjum er hægri, men eisini tí pulseringin er so ómetaliga høg, samanborin við undanfarin netverk. Pulseraðar mikrobylgjur eru nógv meira lívfrøðiliga aktivar enn ikki-pulseraðar bylgjur, sambært Dr. Pall og øðrum granskarum.

 

Share This