Internet úr rúmdini – ein umhvørvislig marra

Postað t. 27/04/2015 í Tíðindi | 0 viðmerking

Altjóða samgonga ávarar um tráðleyst internet úr rúmdini

Smáir CubeSat fylgisveinar sendir út og avmyndaðir í 2012 frá altjóða rúmdarstøðini ISS.

Nýstovnaði felagsskapurin »Altjóða Samgongan ímóti Geisling úr Rúmdini« (Global Union Against Radiation Deployment from Space (GUARDS)) ávarar í yvirlýsing um ætlanirnar hjá fimm fyritøkum: Facebook, Google, SpaceX, OneWeb og Outernet at senda út túsundvís av smáum fylgisveinum til tráðleyst internet í ringrás um jørðina.
Hesi feløg síggja ein stóran marknað í økjum í t.d. triðja heiminum, har ongin atgongd er til internetið í dag.
Verða ætlaninar veruleiki, sum ætlað um 3-4 ár, fer hetta at verða ein vistfrøðilig og fólkaheilsulig marra, sambært »Altjóða Samgonguni ímóti Geisling úr Rúmdini« (GUARDS). Talan er til endans at hava ein flota av umleið 4.000 fylgisveinum í ringrás um jørðina.

Lítil fylgisveinur


Nakrir av fylgisveinunum eru ikki meir enn 10×10 cm til ummáls
og viga um 1,3 kilo.
Trupuleikarnir við ætlanini eru tvífaldir:
1) Mikrobylgjugeislingin frá fylgisveinunum niður á jørðina, sum vil hótta djóra- og plantulív.
2) Hóttanin móti ozonlagnum frá gjóstrinum úr rúmdarferjunum, sum skulu upphalda stóra flotan av fylgisveinum.

Aleksandr Dunayev frá Russisku Rúmdarstovuni, segði við New York Times í 1991, at: »Umleið 300 rúmdarferjuútskjótingar um árið, høvdu verið ein katastrofa, og ozonlagið hevði verið fullkomiliga oyðilagt.«

Tá vóru tað um 12 rúmdarferjur skotnar út hvørt ár. Geislahámarkið frá fylgisveinunum er sett eftir avoldaðum virðum, sum ikki taka støðu til lívfrøðiliga ávirkan – men tekur bara støði í termiskari upphiting og Amerikanska Innanríkisráðið sigur um hámarkið, at “málistokkurin fyri elektromagnetiska geisling, sum Federal Communications Commision (FCC) brúkar, byggir framvegis á termiska upphiting, eitt metingarstøði, sum ikki er dagført í næstan 30 ár og er ónýtiligt nú á døgum.

Kanningar vísa, at millum 1,5 og 10 % av fólki eru elektro–ovurviðkvom og í Svøríki eru talið 9%. Hesi fáa t.d. høvuðpínu av at tosa í fartelefon og onnur av Wi-Fi. Tey, sum eru ringast fyri, flyta burtur til støð, har ongar ella fáar fartelefonmastrar eru. Hesi fáa tað enn torførari um Wi-Fi kemur niður úr erva.

Tíðindaskrivið frá GUARDS kann lesast her á føroyskum og á enskum.

Viðmerk

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

*

Share This