India lækkar geislingina frá fartelefonmastrum

Lagt út t. 24/03/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

indiamastrarIndia lækkaði 1. september 2012 hægst loyvda markið fyri geisling frá fartelefonmastrum niður í ein tíggjundapart, frá 9,2 W/m² niður til 0,92 W/m².  ‘Hetta plaserar India millum tey meira geisla-tilvitaðu londini,’ greiðir Dr R S Sharma, frá Indian Council of Medical Research (ICMR) frá til The Economics Times of India.

Hetta er eisini 10 ferð lægri geislahámark enn tað Danmark hevur ásett sær sjálvum.
Føroyar hava enn onki hámark fyri hvussu nógv ein fartelefonmastur/sendari kann senda út ella hvussu tætt tær kunnu vera har fólk búgva ella uppihalda sær. Sum støðan er nú, eru fartelefonsendarar og mastrar inni á skúlaøkjum og beint uppat har fólk búgva.

Lond sum New Zealand, Svøríki, Italia, Australia og partar av USA loyva ikki mastrum á økjum har skúlar og barnagarðar eru, skrivar Mail Online.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This