Høvuðpína og svimbul í Stranda skúla

Lagt út t. 15/12/2012 í Greinar | 0 viðmerking

Grein í Vikuskiftis-Sosialinum 7.12.12 og Dimmalætting 13.12.12.

høvuðpína og svimbulHvat gera foreldur og skúlaleiðsla, tá næmingar fáa høvuðpínu, svimbul, pínu fyri bringuna, verri sodning og møði, meðan teir uppihalda sær á nýmótans og tráðleysa Stranda skúla?

Stranda skúli fer í næstum at geva øllum næmingum í skúlanum ein iPad (teldil) og útbyggja tráðleysa netið á skúlanum. Hetta metir Erbylgjufelagið er ein heilsuskaðilig íløga.

Skúlaleiðslan grundar sína avgerð við, at framtíðin er digital og at í øðrum londum fáa serliga næmingar, ið hava tungt við at læra, gagn av einum iPad.
Við hesum skilst, at framtíðin hjá Stranda skúla eisini verður tráðleys, tí teldlar (iPad) kunnu bert hava samband við internetið gjøgnum tráðleyst samband (Wi-Fi) og ikki gjøgnum internetleidning.

Og hetta er trupulleikin! Við iPad sum høvuðsarbeiðsamboði, verða vandamiklar erbylgjur sendar inn í kroppin á hvørjum skúlanæmingi dag og dagliga. Hetta er ein avgerð, ið stendur í sterkari kontrast til avgerðina hjá heimsheilsustovnurin WHO, sum bólkaði erbylgjur sum ‘møguliga krabbameinselvandi’ í 2011. Eisini stendur hetta í sterkari kontrast til yvirlýsingina hjá Europa-Ráðnum frá 2011, har ráðið mælir teimum 47 limalondunum til ikki at brúka Wi-Fi, har børn og ung uppihalda sær. Ístaðin mælir Europa-Ráðið til at hava internetsamband við leidningi, ið eisini er meira orkusparandi og gevur skjótari internet.

Wi-Fi somu vandamiklu erbylgjur sum mikrobylgjuovnurin
Teldulin sendir út 2,45 milliónir sveiggj um sekundið, júst sum mikrobylgjuovnurin ger. Munurin er, at ovnurin heldur flestu erbylgjurnar inni í ovninum, meðan teldulin spreiðir bylgjurnar út í hvørja kyknu á brúkaranum.
Tá ein vika er farin, hevur ein næmingur í prinsippinum verið inni í einum mikrobylgjuovni í 10 minuttir.* Og jú tættari næmingarnir sita, tess hægri verður eisini geislingin hvør fær á seg.

Heilsuskaði av erbylgjugeisling
Næmingar í skúlastovu við nógvum iPad fara at verða útsettir fyri eini sterkari erbylgjugeisling enn henni, sum kemur frá eini fartelefonmastur! Í eini tráðleysari skúlastovu, har hvør næmingur hevur teldil, kunnu vit vænta eina geislastyrki millum 1000-3000µW/m² og royndir aðrastaðni vísa, at:

– 20µW/m² elva til:
· broytt elektrisk signal (EEG) í heilabørkinum, ólag á svøvnin, óvanligt blóðtrýst og ólag í sodningini. Færri skúlabørn fara at flyta upp í næsta flokk.

– 1000µW/m² elva til:
høvuðpínu, svimbul, pínu fyri bringuna, verri sodning og møði.

– 2000-8000µW/m² elva til:
at fleiri børn, sum búgva tætt við uttandura sjónvarpssendistøðir, fáa blóðkrabba.

– 3000µW/m² elva til:
verri motoriskar funktiónir og reaktiónstíð, og verri uppmerksemi.**

Alsamt fleiri verða ovurviðkvom yvir fyri elektromagnetiskum geislingum
Síðan áttatiárini eru fólk í Svøríki, Týsklandi, Englandi og Sveits og aðrastaðni spurd, um tey eru ovurviðkvom fyri elektromagnetiskum feltum (t.v.s. at tey tola m.a. ikki fartelefonir ella tráðleyst internet) Hetta prosenttal er økt við rúkandi ferð, so at í dag siga 9% av svium seg verða elektroovurviðkvæmar.***
Økingin kemur av alsamt størri útbreiðslu av fartelefonum og Wi-Fi. Alt annað líka, fer hetta sama at henda í Føroyum – um tað ikki longu er hent.

Skúlanæmingar hava rætt til reint umhvørvi

Niðurstøðan hjá ‘The American Academy of Environmental Medicine’ um Wi-Fi í skúlum átti at fingið øll at hugsað seg um:
Neiliga heilsuávirkanin frá tráðleysum radiofrekventum feltum, so sum innlærings-trupulleikar, broytt immunverja og høvuðpína, er púra greitt tilstaðar og er væl dokumenterað í vísindaligum bókmentum. Tryggari tøkni, t.v.s. at brúka leidning til fastnetsambandið, er staðiliga tilrátt í skúlum.‘

Farteldur við leidningi til fastnetinternetið er eitt heilsugott og nógv betur alternativ enn tráðleysir iPad.
Vit kundu hugsað okkum at spurt, um ikki tað eisini er ein menniskjarættur hjá skúlanæmingum, at uppihalda sær í einum reinum og tryggum umhvørvi?

Hvat gera foreldur og Stranda skúli – um og tá – einir 15 næmingar (9% av 169 næmingum) fáa omanfyrinevndu heilsutrupulleikar, meðan teir uppihalda sær á nýmótans og tráðleysa Stranda skúla?
Fáa teir næmingar og foreldur, ið ikki vilja hava hesa dálking, eitt trygt alternativ?

Vegna Erbylgjufelagið, Janus D. Guttesen, form.

Keldur:
*Amended declaration of Barry Trower. (2011) s. 24.
**Dr. Magda Havas: Analysis of health and Environmental Effects of Proposed San Francisco Earthlink Wi-Fi Network (2007) s. 15.
***Hallberg and Oberfeld: Will we all become electrosensitive? (2006)

(p.s.: Greinin kann lesast sum pdf her)

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This