Gro Harlem Brundtland: »Sleppi mær undan at tosa í fartelefon«

Lagt út t. 03/07/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

Gro Harlem Brundtland

Gro Harlem Brundtland 2009

Fyri fyrstu ferð í nærum 11 ár hevur fyrrv. norski forsætisráðharrin, Gro Harlem Brundtland, úttala seg um sítt nógv umtalaða fartelefonbrúk.

Úttalilsi frá Gro til norsku ávísina Aftenposten 28. juni 2013, kemur eftir, at norski heilsumálaráðharrin, Jonas Gahr Støre sunnudagin segði til Aftonbladet, at Brundtland aftur er byrjað at brúka fartelefon, tí hann og Brundtland samskifta við hvønn annan við smartfon.

Tíðindini undraðu nógv, tí tað er ikki vanligt, at fólk, ið fyrst útvikla sokallað »elektro-ovurviðkvæmi« sleppa heilt av við sjúkueyðkennini – sum í Brundtlands’a føri er høvuðpína – og harvið aftur kunnu brúka t.d. tráðleysar teldur og fartelefon.

Gro Harlem Brundtland. sum var WHO forseti frá 1998 og til 2003, hevur tey síðstu 11 árini ikki viljað úttala seg um evnið (við einum undantakið tá hon var við til at opna ein skúla í University of Waterloo, Kanada, 2012) til stóra frustratión fyri fleiri av teimum umleið 75.000 til 500.000 norðmonnunum, ið siga seg hava útviklað elektro-ovurviðkvæmi.

Kanska hevur Brundtland tagt,  tí hon hevur verið ákærd fyri at øsa og gera fólk bangin um nakað, sum alment ikki er til. Nógv lond viðurkenna ikki elektro-ovurviðkvæmi sum eina sjúku, og WHO metir, at elektro-ovurviðkvæmi er sálarligt. Men fleiri veikleikar hava verið við kanningunum, sum skulu hava mótprógvað at elektro-ovurviðkvæmi existerar.
Norra hevur ikki viðurkent, at elektro-ovurviðkvæmi er til, men fleiri onnur lond hava, m.a. Svøríki, Spania og England.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This