Danskur granskari sjúk av geisling

Lagt út t. 24/03/2012 í Tíðindi | 0 viðmerking

Vibeke-Frøkjær-Jensen800xVibeke Frøkjær Jensen, seniorgranskari á Danmarks Tekniske Universitet greiddi alment frá á DR 1, hóskvøldið 8. marts 2012, hvussu hon er vorðin sjúk av geisling frá mobiltelefonum og øðrum tólum, ið geisla við erbylgjum. Í DR1 ‘Aftenshowet’ greiddi hon frá, at hon hevði himprast við at stíga alment fram við hesum, tí el-ovurviðkvæmi er eitt tabu í Danmark.

Vibeke fekk migrenulíknandi høvuðpínu, hjartaórógv, kvalma og ilt í búkin av geislingini. Hon fann sjálv útav, hvør grundin til trupulleikarnar vóru, við at leita á internetinum.

Sundhedsstyrelsen sigur í svari til fyrispurning til DR1, at el-ovurviðkvæmi er ikki til! Hetta sigur Sundhedsstyrelsen, hóast tað í dag kann prógvast, at tey, ið eru el-ovurviðkvøm útskilja stressproteinir í stórum mongdum, tá tey verða útsett fyri erbylgjum, sum læknin John Jalving greiddi frá í somu sending.

Danska blaðið Ingeniøren skrivar eisini um somu sjónvarpssending: ‘DTU-forsker med sølvklæde på for åben skærm: Jeg er el-overfølsom’.

Her er annars eitt lítið yvirlit, ið vísir, hvussu tað hevur ávirka heilsuna hjá fólki, ið hava verið útsett fyri erbylgjum.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This