Gerst limur í Erbylgjufelagnum

Hevur tú áhuga í at minka um dálkingina frá tráðleysari tøkni? So hevur tú møguleika at geva títt íkast…

23. september 2011 bleiv Erbylgjufelagið sett á stovn. Felagið hevur til endamáls at minka um mikrobylgjudálkingina í Føroyum, við at upplýsa og ávirka. ‘Er’ er eitt føroyskt orð fyri ‘mikro’.
Viðtøkurnar hjá felagnum kunnu lesast her.

Limagjaldið er 100 kr. um árið. Fyri ung millum 15 og  21 ár er limagjaldi 50 kr. Øll, ið hava áhuga, eru hjartaliga vælkomin at gerast limir í felagnum. Tá limagjaldið er goldið inn á kto. 9865-991.169.8 í Norðoya Sparikassa er tú limur í felagnum.

Fleiri limir – meir kunnu vit gera! Eisini er tú vælkomin at skriva eini boð niðanfyri – so skriva vit aftur til tín við nærri upplýsingum.

Rokna:
6 + 9 =

Share This