Føroysk áhugafeløg skrivað undir altjóða 5G áheitan

Lagt út t. 05/03/2019 í Slidari, Tíðindi | 0 viðmerking

FNU og Erbylgjufelagið hava skrivað undir altjóða mótmæli móti uppsetan av 5G tøkni.

Undirskriftirnar hjá FNU og Erbylgjufelagnum móti 5G

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Erbylgjufelagið í 5G áheitan

FNU-logoNú hava tvey føroysk umhvørvisverndarfeløg, skrivað undir altjóða 5G áheitanina – ið er stílað øllum heimsins stjórnum, at steðga uppsetanini av 5G netverkum. Herundir eisini ætlanini, at senda 5G signalir niður á jarðarklótuna frá fylgisveinum. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) hevur í mong ár arbeitt fyri at verja og varveita náttúruna og at varpa ljós á umhvørvismál og umhvørvistrupulleikar.

Uttanlands hava nógvir aðrir áhugafelagsskapir skrivað undir áheitanina – heilt frá Finnlandi og niður til Japans.

Vísindafólk og læknar skrivað undir 5G áheitanina

31.291 feløg og fólk úr 180 londum, høvdu 15. februar 2019 skrivað undir. Herundir vísindafólk, læknar og sálarfrøðingar, úr øllum heiminum.

Í stuttum ljóðar altjóða 5G áheitanin soleiðis:

Til ST, WHO, EU, Europaráðið og allar heimsins stjórnir

Vit – vísindafólk, læknar, umhvørvisverndarfeløg og borgarar frá (__) londum, ið hava skrivað undir – heita staðiliga at steðga við uppsetanini av tráðleysum 5G netverkum (fimta ættarlið), herundir 5G frá fylgisveinum í rúmdini. 5G fer stórliga at økja um radiofrekventu (RF) geislingina, afturat henni, sum longu kemur frá 2G, 3G og 4G netverkunum.

RF geisling er prógvað at vera skaðilig fyri fólk og umhvørvi. Uppsetanin av 5G er eitt eksperiment við mannaættini og umhvørvinum og (hetta) er allýst í altjóða lóg, sum eitt brotsverk.

Amerikanskur senatorur tráspyr teleídnaðin um heilsuárin

Á politiskum stigi bleiv spurningurin um heilsuárin frá 5G, reistur 7. februar 2019 av amerikanska senatorinum Richard Blumenthal, tá hann tráspurdi tveir oddamenn frá teleídnaðinum, til eina hoyring í Senatinum, um teir vistu, um nakrar heilsuárins-kanningar vóru gjørdar av 5G. Teir máttu svara, sum var, at ongin kanning er gjørd yvirhøvur.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This