Føroyingar royndardjór hjá kinesiskari telefyritøku

Lagt út t. 14/05/2016 í Greinar | 3 viðmerkingar

føroyingar-royndardjór

Huawei høvuðsskrivstovan í Shenzhen, Guangdong, Kina.

Føroya Tele og Huawei hava gjørt samstarvsavtalu,  at Føroyar – saman við Hong Kong – skal verða testøki fyri nýggjastu tráðleysu tøknini hjá Huawei.
Vandin liggur í, at tøknin hjá kinesisku stórfyritøkuni byggir á mikrobylgjugeisling, sum IARC, stovnurin fyri krabbamein undir WHO í 2011 staðfesti var “møguliga krabbameinselvandi”. Fleiri av granskarunum í IARC siga nú, at mikrobylgjugeisling eigur at koma enn longur upp í vandakategori, sum ‘allarhelst krabbameinselvandi’. Tí er tað óðamannaverk av Føroya Tele og partaeigaranum Føroya Landsstýri, at lata Føroyar blíva eitt tað mest dálkaða landið í heiminum.

Tí spyrja vit Føroya Tele, um útbúnaðurin frá Huawei er testaður fyri heilsuárin, áðrenn hann verður testaður á okkum? Um so er, hvør hevur staðið fyri royndunum? Fer Føroya Tele at upplýsa okkum hvørji tól verða royndarkoyrd?

Vit skilja væl, hví Huawei hevur valt Føroyar at vera testland. Umframt at vera lítið, so hevur Føroyar onki hámark fyri mikrobylgjugeisling. Hetta síðsta er samstundis grundin til, at Tórshavnar Kommuna hevur noktað at loyva 11 nýggjum fartelefonmastrum, at verða settar upp í Tórshavnar Kommunu. Kommunan heitti í hesum sambandið í 2012 á Landsstýrið, at áseta hámark fyri hesi geisling.

Vit heita tí á Føroya Landsstýrið, um at annullera avtaluna millum Føroya Tele og Huawei, inntil eitt hámark fyri geisling í Føroyum er ásett. Føroyar eiga ikki at blíva heimsins mest geisladálkaða land.

Vegna Erbylgjufelagið, Janus D. Guttesen, form.

Keldur:
1) microwavenews.com/short-takes-archive/iarc-publishes-rf-cancer-review
2) monographs.iarc.fr/ENG/Monographs/vol102/mono102.pdf

3 Comments

  1. Er tað eitt eg havi lært, so er tað at mikrobylgjur, er “non-ionizing”. Hetta merkir, at tað ikki hevur nóg nógva orku at skumpa elektronir úr atomunum í kroppinum. Av tí sama, so hevur tað onga ávirkan á kroppin, fyriuftan at gera hann nøkur mikro stig heitari wink emoticon Eitt skjótt google “microwaves cancer” og so kemur svarið beinanvegin. Hóast tú stakk armin inn í ein mikro-ovn, so hevði tú ikki fingið kreft… Tú hevði tó fingið ein brendan arm grin emoticon

    men eg eri eingin expertur… brúka google og leita fyri teg sjálvan wink emoticon

    kelda: https://en.wikipedia.org/wiki/Non-ionizing_radiation

    • Takk fyri viðmerkingina, Bogi.
      So er, mikrobylgjur eru “ikki-ioniserandi”. Tí er ofta almenna svarið, at tí hava mikrobylgjur heldur onga ávirkan á kroppin.
      Men tað eru nú eftirhondini fleiri ferðir prógvað, at lærusetningurin ikki heldur í praksis.

      Hvussu kann man t.d. forklára, at heilt veik mikrobylgjugeisling (t.v.s. ongin upphiting) kann steðgað krabbavøkstri, um man velur røttu frekvensirnar? http://www.erbylgjufelagid.fo/avisir-erbylgjufrekvensir-stedga-krabbavokstri/

      Eisini Dr. Henry Lai, sum arbeiddi fyri Motorola, prógvaði, at heilakyknurnar á rottum fingu alvorligar DNA skaðar av heilt veikari mikrobylgjugeisling.
      http://www.erbylgjufelagid.fo/oheft-visind-sigur/
      Lai sigur, at tað er ikki so nógv styrkin, men mongdin á mikrobylgju-jónum í luftini, sum elvir skaðan. T.v.s. longur upp vit koma við fartelefontøkni: 2G-3G-4G, jú meiri mikrobylgju-jónir eru í luftini (video t.d. krevur, at tættleikin av mikrobylgjum er tað størri).

      T. d. greiðir Dr. Martin Blank væl frá, hvussu mikrobylgjur ávirka okkara kyknur. Hann kann googlast.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This