Føroyingar og europearar raktir av ókendari sjúku

Postað t. 10/02/2016 í Tíðindi | 0 viðmerking

 312 milliónir europearar raktir av ókendari sjúku

Talan er um ókendu sjúkuna elektro-ovurviðkvæmi, har rakti persónurin fær ávís sjúkueyðkenni av at uppihalda sær í øki við tráðleysum internetið (Wi-Fi) ella av at tosa í fartelefon. Sjúkueyðkennini eru m.a. høvuðpína, óregluligur hjartasláttur og húðútslett.

Tølini eru grundað á spurnarkanningar úr fleiri europeiskum londum. 3% hava álvarslig sjúkueyðkenni og mugu taka serlig atlit í gerandisdegnum, fyri at sleppa undan at verða sjúk. Hini, sum hava mild sjúkueykenni, telja upp í 35 % av fólkatalinum. Sjúkueyðkennini her eru t.d. pína í oyranum, tá tosað verður leingi í tráleysari telefon.


 

Framrokningar hjá Hallberg og Oberfield, siga, at í 2017 fer helvtin(!) av øllum fólki,  at líða av elektro-ovurviðkvæmi, eisini nevnt Electro Hyper Sensivity (EHS).

Føroyingar líða eisini av hesi ‘nýggju’ sjúku. Men hóast sjúkan er rættiliga ókend millum fólk, so er hon kend helt aftur til ár 1900, tá kaðalfólk og telefonumstillarar fingu eina óskiljandi sjúku.
Tey fingu ólag á nervalagið, drógust við tunglyndi, ógvusligan angist, møði og krampar.
Í 1950’unum,  tá mannaskaptar mikrobylgjur sóu dagsins ljós, byrjaðu radar-operatørar, at fáa somu sjúkueyðkenni. Norska Gro Harlem-Brundtland er allarhelst kendasti persónurin við hesi líðing og hon hevur fleiri ferð alment greitt frá, hvussu hetta ávirkar hennara gerandisdag.

Les eisini: Gro Harlem Brundtland: »Sleppi mær undan at tosa í fartelefon«

PS: Hevur tú elektro-ovurviðkvæmi? Uppdateraða vegleiðingin frá europeiskum serfrøðingum um fyribyrging, sjúkugreinan og viðgerð av elektro-ovurviðkvæmi, er tíverri ikki tøk í løtuni. Men ein rímiliga góð síða er EletricSense. Tað er neyðugt at taka hesi sjúkueyðkenni í álvara og seta tiltøk í verk, so støðan ikki gerst verri.
Tú ert altíð vælkomin at skriva ella ringja til okkara.

Keldur: Dr. Magda Havas

Viðmerk

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

*

Share This