Føroyar sum Hot Spot ???

Lagt út t. 30/06/2011 í Greinar | 0 viðmerking

Røddir eru frammi um, at gera Føroyar til eitt stórt Hot Spot (WiFi) øki. Sambært hesum skal tráðleysa sambandið hava nógvar fyrimunir við sær, varð skrivað í m.a. Dimmalætting og á Levi Mørk bloggur. Kappingarføri Føroya vil betrast og fleiri útisetar fáa hug koma heimaftur, um hetta gerst veruleiki. Tí eigur tað at verða eitt politiskt mál, at gera Føroyar til eitt stórt tráðleyst øki, sigur m.a. ein býráðslimur í Tórshavnar Kommunu.

Hot Spot merkir stutt sagt, at tær ikki nýtist at hava breiðband heima við hús – tí eitt Hot Spot vil vera í tínum grannalagi, so tað einasta tú skalt gera, er at kobla teg uppá hetta netið.

Ómakaleyst – tað kunnu vit øll vera samd um. Men sum er, hava vit longu góðan dekning av 3G netinum frá telefeløgunum. At fáa eitt parallelt triðja net er tí ikki so slóðbrótandi, sum tað kanska ljóðar.  Hinvegin vil tað økja samlaðu geiðslingina av teimum, sum búgva í Føroyum – óansæð, um tú brúkar nýggja netið ella ei. Hetta er ikki ynskiligt sæð úr einum heilsuligum sjónarhorni. Ynski um WiFi verður sett fram samstundis, sum EU-tingið mælir frá at seta fleiri WiFi net upp, tí tað er heilsuskaðiligt og kann elva til nógvar ymiskar heilsuligar trupulleikar.

Niðurlensk fyribils vísundalig kanning ávarar um at trø doyggja av uttandura WiFi rutarum.

Í Svøríki eru umleið 3,2% (uml. 300.000) av fólkinum ávirka av elektro-ovurviðkvæmi og upp til 0,4% álvarsliga (uml. 36.000 sviar).

Um vit líkjast sviium ella amerikanarum, so kunnu tað vera um 1500 føroyingar, ið eru elektro-ovurviðkvæmir og uml. 200 í álvarsligan mun.

Sí 16:9 dokumentar á youtube: Wi-Fi tikið niður í skúlum uttanlanda.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This