Fartelefonsendarar í lyktapelum?

Lagt út t. 27/06/2011 í Tíðindi | 0 viðmerking

Við Marknagilsvegin í Havn (millum Dalavegin/Svaldbardsvegin) eru 2 fartelefonsendarar settir upp í einum lyktapela.

Tá telefyritøkur seta upp sendarar t.d. í ein lyktapela, skulu tær ikki søkja um eitt verðuligt byggiloyvi fyri at seta sendararnar upp, tí talan er ikki um eina nýggja mastur, ið skal byggjast. Ein umsókn skal sendast Tórshavnar Kommunu og loyvi verður sum oftast givið.

Fjarskiftiseftirlitið skal heldur ikki spyrjast eftir í hesum føri. Tórshavnar Kommuna veit heldur ikki sjálv, hvussu nógvir sendarar eru í kommununi.

Eingi krøv eru um, at telefyritøkan ella kommunan skal spyrja grannarnar – hvat teir siga, til at fáa ein fartelefonsendara í grannalagi. Hóast hetta merkir, at grannarnir koma at liva við nógv øktari geisling – um teir hava fartelefon ella ikki. Alt eftir umstøðunum kann væntast við eini 10-50 faldan av ‘bakgrunds’ geislingini í nærumhvørvinum, eftir at ein sendari er settur upp, allar tíðir av døgninum, men nakað minni um náttina.

Kommunan tekur ikki heldur heilsuatlit, tá tílíkar umsóknir verða viðgjørdar. Geislingin skal bara vera innanfyri donsku reglarnar, ið bert taka atlit at sendararnar ikki upphita fólk. Hóast tað ofta er staðfest, at geisling langt niðanfyri tað loyvdu geislingina, er heilsuskaðilig.

Byggideildin hjá Tórshavnar Kommunu, hevur í løtuni fleiri umsóknir frá telefyritøkum, um at seta upp fleiri tílíkar sendarar.

Hvar verður næsti sendarin settur upp?

 

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This