Fartelefonmastrar

 Alment innlit: Erbylgjufelagið hevur fingið alment innlit í umsókn frá Føroya Tele til Tórshavnar kommunu um loyvi til uppsetan av nýggjum fartelefonmastrum. Her kanst tú síggja ætlanina í pdf fílu:

  1. Plasering av nýggjum fart. mastrum í Tórshavnar Kommunu: 10 kort
  2. Høvuðsyvirlit – beskrivilsi, slag og hædd av nýggjum mastrum

………………………………….

Fartelefonir hava brúk fyri fartelefonmastrum fyri at kunna flyta samrøðuna millum tey, ið tosa saman. Hesar mastrar standa úti í fjøllunum, í bygdum øki t.d. uppi í lyktapelum, á skorsteinum og húsatekjum. Mastrar, ið standa minni enn 500 metrar frá bústøðum og arbeiðsplássum, eru ein greiður heilsuvandi, sambært óheftari gransking.

Fartelefonmastrar og vánalig heilsa

Grafur (t.v.) úr Rimbach kanningini: Vísir broytingina av phenylethylamine (PEA) av fólkum, ið búðu við nýggju GSM fartelefonmastrina – her samanborið við tey, ið eisini høvdu tráðleysar heimatelefonir. PEA regulerar m.a. lag, árvakni og orku í fólki. (grafurin strekkir seg yvir góðar 18 mánaðar).

Serontonin og melantonin í blóðinum broytist
Tá nýggj fartelefonmastur skuldi setast upp í Kempten West, Týsklandi í 2006, kannaðu læknar blóði á nøkrum av íbúgvunum. Blóðroyndir blivu tiknar av 28 fólkum áðrenn masturin bleiv tikin í nýtslu, og so aftur tá masturin hevði virkað 5 mánaðar. Úrslitið vísti, at melantonin (svøvn-hormonið) og serontonin (eydnu-horminið) innihaldið í blóðinum broyttist heilt nógv til tað verra.

Melantonin-framleiðslan, ið hevur ein høvuðsleiklut í immunverjuni, minkaði við eini helvt um náttina – og varð ov høgt um dagin. Høgt innihald um dagin ger fólk linlig.

Serontonin-framleiðslan minkaði hjá teimum flestu við eini helvt! Hetta merkir tunglyndi og verri lag. Samanumtikið var nýggja fartelefonmasturin ein álvarslig hóttan móti heilsuni hjá íbúgvunum – og læknarnir heittu á mynduleikarnar um at sløkkja mastrina alt fyri eitt, og at broyta reglar og lógir, so tað ikki verður loyvt at seta mastrar so tætt íbúðarøkjum.

Taiwan tók í 2007 avleiðingarnar av vandanum frá mikrobylgjum og gav boð um at taka allar 1500 basustøðirnar (fartelefonmastrar og sendarar) niður av skúlaøkjum og íbúðarøkjum. Tekniskt var onki til hindurs fyri at taka hesar niður, tí tað vóru heilar fýra ferðir so nógvar mastrar settar upp enn brúk var fyri, greiddi The China Post frá.

Palm Beach county í Florida, Los Angeles í California og New Zealand hava øll forbjóðað fartelefonsendarum og antennum tætt við skúlar, grundað á heilsuvandan(pdf).

India (2012)
1) tekur niður 298 fartelefonmastrar í næststørsta býnum Guarcon í landslutinum Haryana, tí tær eru ov tætt við íbúðarøki og eru ein heilsuvandi, greiðir The Times of India frá.
2) setir mest loyvdu geisling frá fartelefonmastrum/sendarum niður við 90% – frá úr 9,2W/m² niður til 0,92W/m², ið eisini er nógv lægri enn tað Danmark loyvir (9W/m²).
3) Ídnaðarbýurin Nodia flytir 300 fartelefon mastrar burtur frá íbúðarøkjum (í 2013), út til meira oyðin støð, skrivar The Pioneer.

Olvera í Spania (2012), ein vakur býur í Cadiz landslutinum, hevur gjørt av, at býurin skal verða tann fyrsti, sum er heilt fríur fyri mikrobylgjubylgjudálking, greiður m.a. hesin bloggarin frá.

Sponsk kanning (2014): Kanningin vísti, at fólk fáa negativa neurologiska ávirkan av geislingini frá fartelefonmastrum, alt eftir hvussu sterk geislingin frá fartelefonmastrunum er, skrivar danski felagsskapurin Rådet for Helbredssikker Telekommunikation. Symptomini eru m.a. høvuðpína, hjartatrupulleikar, vantandi matarlyst og trupulleikar at savna seg.

Alternativ til øking av sendistyrkini  frá fartelefonmastrum

Við at seta upp femtokyknir (femtocells), ið er ein lítil fartelefon basustøð til heim og stovnar, ið vilja brúka fartelefonir, vil fartelefonferðslan, ið annars vanliga gongur umvegis fartelefonmastrarnar, ístaðin fara frá fartelefonini  og inn gjøgnum internetið heima við hús – hetta vil minkað um generellu mikrobylgju-geislingina av fólki og umhvørvi. Tað nevnir Andrew Goldsworthy, BSc PhD, fyrrv. undirvísari í lívfrøði á Imperial College London í brævið til ensku mynduleikarnar.

Share This