Fartelefonir

Fartelefonir og heilsuárin

fartelefonirFartelefonir kunnu verða hentar av hava. Fyri at ein samrøða skal kunna fara fram, senda fartelefonir út mikrobylgjur – fyrst út til nærmastu fartelefonmastur, sum so sendir signalið víðari til tann, ið tosað verður við.

Ein stórur partur av mikrobylgjunum verða sendar inn í høvdið hjá tí, sum brúkar fartelefonina. Av tí, at høvdið er runt og gjørt av húð, feitti og skallabeini, koma fram sokallaðir heitir blettir – hot spots – inni í heilanum. Tvs. støð, har mikrobylgjurnar frá fartelefonini samla seg – sama prinsipp, tá ein sjóneyka samlar sólargeislarnar og brennir hol á eitt pappír.
Hesi “hot spots” kunnu savna 20 ferðir hægri orku enn SAR (Specific Absorption Rate) talið fyri ávísu fartelefonina vísir, sambært Robert C. Cane, ið var ein høvuðsmennari hjá telefyritøkuni Motorola.
Av tí, at heilin ikki hevur nakrar nervaendar, merkist upphitingin ikki, og skaðarnir, ið heilavevnaðurin fær, henda tí uttan, at brúkarin av fartelefonini leggur nakað til merkis.

INTERPHONE kanningin

Stóra altjóða INTERPHONE kanningin um fartelefonir vísir, at tað eru størri sannlíkindi fyri krabbameini ella svulli í spýttkertlunum í høvdinum:

  • 34%  øking um tú javnan tosar í fartelefon og hevur gjørt tað í 5 ár.
  • 50% øking um tú hevur tosað í fartelefon í 5 ár ella longri og hevur tosað í meir enn 266,3 tímar.
  • 96% øking um tú gjøgnum alt lívið hevur tosað í meir enn 1.035 tímar, sí meira her.

Amerikonsk kanning av donskum børnum og mammum vísir, at fartelefonbrúk, meðan mamman er við barn, kann skaða barnið í uppvøkstrinum og geva barninum atferðartrupulleikar seinri í lívinum. Títtleikin við atferðartrupulleikum øktist við 40%, skrivar danska mobilsiden.dk. Kanningin var prentað í Journal of Epidemiology and Community Health (JECH).

Yvirlit yvir SAR: Her er kanst tú leita í einum SAR yvirlitið á fartelefonum.

Danska Cohort kanningin

Stóra danska Cohort kanningin (pdf) um fartelefonir og krabbamein í heilanum, sum byrjaði í 1982 og vardi til 1995, og sum skal hava prógvað – sambært Kræftens Bekæmpelse og Sundhedsstyrelsen – at ongin samanhangur er millum bæði tingini, hevur ein grundleggjandi veikleika: kontrollbólkin var ikki ‘reinur’ – í honum vóru nevniliga eisini stórforbúkararnir av fartelefonum: vinnukundarnir. Les ein kritikk av kanningini her, ella hoyr Vibeke, seniorgranskara á DTU, greiða frá hesum í DR Radio: »Kan stråling fra mobilmaster måske være farligt?« (frá 17’da minutti).

Heimsheilsustovnurin WHO klassifiseraði í 2011 radiofrekventar geislar (mikrobylgjur) í klassa 2B, sum “møguliga krabbameinselvandi”. Hetta var ein týðandi hending, og um hetta sigur Dariusz Leszczynski professari, frá finska Stovninum fyri Geisla- og Kjarnorkuvernd:

“… fyri fyrstu ferð staðfestir ein høgstandandi eftirmetandi kanning tað so opið og greitt: RF-EMF (Radio Frekvent/Elektro Magnetisk Felt) kunnu møguliga elva til krabba hjá menniskjum. Havast má í huga, at IARC monografar (t.e. nágreiniligar kanningar) verða mettar at verða ‘gull standardur’ í metingini av krabbaelvandi eginleikunum hjá fysiskum og kemiskum evnum. Um IARC sigur tað so greidliga, so má tað vera tí, at tað eru greiðar vísindaligar orsøkir fyri tí, ella vildi IARC ikki sett sítt trúðvirði aftanfyri eina tílíka útsøgn.”

Kanska er tað tíð uppá, at fartelefonbrúkarar gera eftir vegleiðingini, sum fylgir við m.a. iPhone og Blackberry: Halt altíð fartelefonina minst ein 1,5 cm frá kroppinum.

IPhone ávaringin sæst her (1,5cm): Trýst á fyri størri mynd.

Blackberry ávaringin sæst her (2,5cm): Trýst á fyri størri mynd.

Share This