Endamálið hjá felagnum

Endamálið hjá felagnum er at kasta ljós á negativu biologisku ávirkanina frá tráðleysari tøkni, so sum Wi-Fi og fartelefonmastrum, fartelefonum, tráðleysum heimatelefonum og tráðleysum internetið. Økt tilvitan kann viðvirka til avmarking av geislingingini frá hesi tøkni. Telefyritøkur og mynduleikar eiga at taka fyrivarni, tá framtíðar tráðleys tøkni verður planløgd og møguliga tikin í brúk.

Borgarin og grannaløg mugu spyrjast áðrenn sendarar og mastar verða settar upp. Kommunu- og landsmynduleikar mugu geva borgarunum rættin til at siga nei til sendimastrar og sendarar í teirra grannalagi. Skúlar og arbeiðspláss mugu innrættað Wi-Fi friar skúlastovur og øki til tey, sum vilja vera uttan hesa geisling. Tað má vera ein demokratiskur rættur.

Mynduleikarnir í Føroyum hava ikki ásett markvirðir fyri erbylgjugeisling. Aðrastaðni, t.d. í Danmark verða markvirði brúkt, ið blivu ásett av verkfrøðingum og teknikarum eftir teoretiskum og ikki biologiskum modellum, og hesi mørk taka tí ikki støði í, hvussu geislingin ávirkar kyknur og DNA hjá fólkum, djórum og plantum.

Bio-Initiative frágreiðingin mælir til eitt hámark á 1µW/m² (mikrowatt/fermetur) uttandura RF (radio frekventa) geisling og 100µW/m² fyri innandura geisling (sektión 1 og 17 í frágreiðingini).
Eysturríkski landsluturin Salzburg hevur sett uttandura markið til 10µW/m² og innandura markið til 1µW/m².

Eitt lágt mark eigur at verða málið hjá politikarum og mynduleikum í Føroyum.