Dirty Electricity: Electrification and the Diseases of Civilization

Lagt út t. 13/04/2014 í Bøkur | 0 viðmerking

Dr. Milham greiðir í bókini Dirty Electricity frá, hvussu menniskjaskapt elektromagnetisk felt hava avgerðandi leiklut fyri títtleikan av m.a. krabbamein, hjartasjúkum og sukurskjúku.

Dr. Milham hevur skrásett øll tey amerikansku tølini fyri áðurnevndu sjúkur og samanborið tey við nær eletrisitetið bleiv lagt út til ymsu statirnar, ið fór fram í nøkur áratíggju, serliga beint aftaná seinra heimsbardaga. Teir statir, ið ikki høvdu eletrisitet, høvdu nærum ikki hesar sjúkur, samanborið við teir statir, ið høvdu lagt el út til íbúgvarnar.

Ein áhugaverð stutt bók, ið er skrivað sum eitt slag av uppdagarasøgu, har ein fylgir Milham frá tí hann byrjar at kanna samanhangin og hvussu hann leitar. Ein spennandi bók og lesarin fær eina grundleggjandi fatan av, hvussu stóra ávirkan elektromagnetisk felt hava á okkara organismu. Eisini kemur Milham inn á hvat hvør eisntakur kann gera, fyri at avmarka elektromagnetisku feltini har ein býr.
Eftir stendur millum linjurnar, at taka vit ikki hetta við, eru øll tiltøk og ‘kríggj’ móti hjartasjúkum og krabbameini allarhelst dømd at miseydnast.

Bókin fæst sum vanlig pappírsbók og til digitala lesibretti Kindle.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This