Tráðleysar heimatelefonir (DECT)

Tráðleysar heimatelefonir – ofta róptar DECT telefonir (Digital Enchanched Cordless Telephone) – eru í dag ógvuliga vanligar heima við hús og hava nógvstaðni avloyst gomlu fastnettelefonina. Tráðleysar heimatelefonir virka á tann hátt, at tær senda pulserandi mikrobylgjur (geisling) út frá basustøðini (staðið, har telefonin verður lødd) og til sjálva telefonina. Basustøðin sendir geisling út í øll rúm í bústaðinum 24 tímar um samdøgrið – eisini, tá ongin brúkar (tosar) telefonina. Tráðleysu heimatelefonirnar (DECT) røkka ofta upp til 200 metrar.

EU-tingið mælir til at avmarka nýtlsuna av DECT telefonum mest møguligt. Ísrael mælir borgarum sínum til als ikki at brúka tráðleysar heimatelefonir.

Sambært Sianette Kwee fyrrv. professara v/Institutt fyri Medicinsk Biokemi v/Aarhus Universitet, er tað, at hava eina tráðleya heimatelefon, tað sama, sum at hava eina fartelefonsendimastur bert 20 metrar frá bústaðnum(pdf).

Dr. Magda Havas ávísti í 2010, at tráðleysar heimatelefonir kunnu ávirkað hjartaslátturin hjá ávísum fólkum.


Kanningin bleiv tó kritiserað, tí sjálv mátitólini kunnu ávirkast av mikrobylgjunum frá heimatelefonini og geva skeiv úrslit.
Dr. Magda Havas hevur – allarhelst tí – endurtikið kanningina við broytingum í 2012, ið taka hædd fyri hesum. Nýggja kanningin vísir somu úrslit: at nøkur fólk fáa týðiliga annarleiðis hjartasláttur av at uppihalda sær í øki, har tráðleys heimatelefon (basustøð) er. Sí video av hesum til høgru á hesi síðu.

Býflugur finna ikki heim aftur – týsk kanning frá 2006 vísir, at býflugur finna ikki heimaftur, eftir at tær vórðu útsettar fyri geisling frá DECT telefonum.

Best er at brúka eina heimatelefon við leidningi. Næstbest er at brúka eina sonevnda ECO-DECT tráðleysa heimatelefon, ið, tá hon er stillað inn á ECO-MODE, bara sendir mikrobylgjur út, tá tosað verður í hana.