Cellular Telephone Russian Roulette

Lagt út t. 13/04/2014 í Bøkur | 0 viðmerking

Robert C. Cane – Cellular Telephone Russian Roulette
Møguliga tann týdningarmesta bókin um evnið, skrivað av einum topp-mennara í tele-fyritøkuni Motorola, har hann arbeiddi í meira enn 30 ár.

Cane greiðir í bókini frá ørgrynnu av kanningum frá 70’unum og upp til 90’ini, har tað ferð aftaná ferð verður staðfest, at mikrobylgjur hita upp heilan í sokallaðum “hotspots” – støð har geislarnar samla seg og fleirfalda geislastyrkina. Hann greiðir eisini frá, hvussu teleídnaðurin royndi at fjala hesi úrslit.

Um Caine: Hevur eina BSEE frá Midwest College of Engineering, ein MSEE frá Illinois Institute of Technology við sergrein í elektromagnetismu. Skrivaði serrit, ið gav honum Pd.D í elektriskari verkfrøði við serligum atlitið til økið innan elektromagnetismu og “solid-state” fysikki. Hann doyði av heilakrabba fyri nøkrum árum síðan.

Bókin fæst sum pdf frá microondes.wordpress.com. Hon kann lesast á digitalum lesibretti sum t.d. Kindle frá Amazon, lesast á telduni ella bara printast út.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This