Tíðindi

4G/LTE mobilnetið: Størsta alheimsfarsóttin nakrantíð?

Postað t. 01/05/2016 í Tíðindi | 0 viðmerking

4G/LTE mobilnetið: Størsta alheimsfarsóttin nakrantíð?

4G netið hevur álvarslig hjáárin á heilsuna hjá fólki Martin Möhrke, undangongumaður í vanligari og alternativari náttúruvísind, sigur, at eitt alsamt vaksandi tal av fólki nú dregist við óforklárligar sjúkur, sum standast av mikrobylgjugeisling frá m.a. 4G/LTE netinum. Í 2002 var eitt út av 30 fólkum strongt av mikrobylgjugeisling – og í 2012 var talið eitt av trimum fólkum. Hetta sæst við blóðmátingum ella spýttmátingum. Blóðmátingarnar vísa, at mikrobylgjugeislingin hevur ógvusliga ávirkan á hjánýruni og á kortisoninnihaldið í blóðinum. MRI/PET og infrareyðar skanningar vísa broytingar av...

Les Meira

Føroyingar og europearar raktir av ókendari sjúku

Postað t. 10/02/2016 í Tíðindi | 0 viðmerking

Føroyingar og europearar raktir av ókendari sjúku

 312 milliónir europearar raktir av ókendari sjúku Talan er um ókendu sjúkuna elektro-ovurviðkvæmi, har rakti persónurin fær ávís sjúkueyðkenni av at uppihalda sær í øki við tráðleysum internetið (Wi-Fi) ella av at tosa í fartelefon. Sjúkueyðkennini eru m.a. høvuðpína, óregluligur hjartasláttur og húðútslett. Tølini eru grundað á spurnarkanningar úr fleiri europeiskum londum. 3% hava álvarslig sjúkueyðkenni og mugu taka serlig atlit í gerandisdegnum, fyri at sleppa undan at verða sjúk. Hini, sum hava mild sjúkueykenni, telja upp í 35 % av fólkatalinum. Sjúkueyðkennini her eru t.d. pína í...

Les Meira

Internet úr rúmdini – ein umhvørvislig marra

Postað t. 27/04/2015 í Tíðindi | 0 viðmerking

Internet úr rúmdini – ein umhvørvislig marra

Altjóða samgonga ávarar um tráðleyst internet úr rúmdini Nýstovnaði felagsskapurin »Altjóða Samgongan ímóti Geisling úr Rúmdini« (Global Union Against Radiation Deployment from Space (GUARDS)) ávarar í yvirlýsing um ætlanirnar hjá fimm fyritøkum: Facebook, Google, SpaceX, OneWeb og Outernet at senda út túsundvís av smáum fylgisveinum til tráðleyst internet í ringrás um jørðina. Hesi feløg síggja ein stóran marknað í økjum í t.d. triðja heiminum, har ongin atgongd er til internetið í dag. Verða ætlaninar veruleiki, sum ætlað um 3-4 ár, fer hetta at verða ein vistfrøðilig og...

Les Meira

Fyrrverandi stjóri í Nokia: »Fartelefonir oyðiløgdu mína heilsu«!

Postað t. 03/12/2014 í Tíðindi | 0 viðmerking

Fyrrverandi stjóri í Nokia: »Fartelefonir oyðiløgdu mína heilsu«!

Fyrrverandi tøkniovastin í Nokia, Matti Niemelä, sum var við at menna heimsins fyrstu fartelefonir, gjørdist sjálvur álvarsliga sjúkur av mikrobylgjustráling frá fartelefonum. Harafturat varð staðfest, at hann hevði fingið Multiple Sclerosis (MS) — og nakrar kanningar vísa eisini, at mikrobylgjustráling kann økja vandan fyri MS. ——— Skrivað: Anne Nikka ⎪ Foto: Jukka Vuokola / Aamulehti Upprunalig grein í finska blaðnum Satakunnan Kansa ⎪ Umsett úr enskum: J. Guttesen ——— Fyri Matti Niemelä, nú búsitandi í Tampere, 44 ár, var lívið sum í filmunum, tá hann sum ungur maður varð biðin at arbeiða...

Les Meira

Sverri Steinhólm, sjúkrahúsprestur: »Eg fái ilt í høvdið, tá eg tosi í fartelefon!«

Postað t. 24/03/2014 í Tíðindi | 0 viðmerking

Sverri Steinhólm, sjúkrahúsprestur: »Eg fái ilt í høvdið, tá eg tosi í fartelefon!«

– Eg fái ilt í høvdið um eg haldi fartelefonina inn at høvdinum, sigur Sverri Steinhólm í videosamrøðu við Erbylgjufelagið. Hann hevur brúkt fartelefonina nógv seinastu 18 árini í sínum starvi sum sjúkrahúsprestur á Landssjúkrahúsinum. – Í dag brúki eg altíð ein tráð ímillum meg og fartelefonina, greiðir Sverri Steinhólm frá í samrøðuni. Tað eru ongi tøl fyri hvussu nógvir føroyingar eru ovurviðkvæmir yvirfyri elektromagnetiskum bylgjum, herundir strálingini frá fartelefonum og tráðleysum internetið, men svensk tøl siga, at minst 3,2% ella 300.000 svenskarar eru...

Les Meira

Mikrobylgjur »allarhelst krabbameinselvandi«, sigur IARC limurin Dr. Anthony Miller

Postað t. 07/12/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

Mikrobylgjur »allarhelst krabbameinselvandi«, sigur IARC limurin Dr. Anthony Miller

Í eini hoyring fyri Toronto Government Management Committee í november mánaði í ár (2013), um víðari útbreiðslu og (tískil) størri tættleika av mikrobylgjugeisling frá lágum mastrum undir 15 metur, segði Dr. Anthony Miller, professor emeritus og epidemologur við Dalla Lana School of Public Health í Kanada, at síðan IARC í 2011 uppklassaði mikrobylgjur til klassa 2B, sum »møguliga krabbameinselvandi«, hava kanningar síðan víst, at mikrobylgjur nú eiga at fara enn longur upp á vandalistan, til 2A »allarhelst krabbameinselvandi«. Dr. Miller vísir til eina nýggja greining, sum hann og ísraelskir...

Les Meira