Nýggj kanning úr Brazil: Fartelefonmastrar elva til krabbamein

Postað t. 28/06/2013 í Tíðindi | 0 viðmerking

Adilza Condessa Dode, PhD

10 ára long kanning úr Belo Horizonte, trið størsta býnum í Brazil, vísir, at fólk, ið búgva innanfyri 500 metrum frá eini fartelefonmastur, fáa nógv oftari krabbamein enn fólk, ið búgva longri burtur frá.

Kanningin varð samskipað av Adilza Condessa Dode, PhD, og gjørd av vísindafólki frá Federala Universitetinum í Minas Gerais (UFMG) frá 1996 til 2006, og vísir eitt beinleiðis samband til 7.191 krabbameinsandlát av geisling frá fartelefonmastrum.

Kanningini vísir, at av teimum, ið doyggja av ávísum krabbameinssløgum (svullum í prostata, bróstum, lungum, nýrum og livur), búgva meir enn 81% innanfyri ein radius av 500 metrum, sí grafikk til vinstru.

6.724 av teimum ið doyðu av omanfyrinevndu krabbameinssløgum, livdu innanfyri 500 metrar frá eini fartelefonmastur.
7.191 doyðu innanfyri ein radius av 1000 metrum frá eini fartelefonmastur, sambært heimasíðuni WhyFry.com. Hetta er í tráð við aðrar kanningar sum liggja í databasanum hjá heimsheilsustovninum WHO. (Sí annars grafikk t.h. – trýst á fyri størri mynd).

300 fartelefonmastrar vóru við í kanningini og elektro verkfrøðingurin (electrical engineer) Adilza Condessa Dode, PhD,  sum leiddi kanningararbeiði, sigur, »at tættari ein býr at eini fartelefonmastur,  sterkari er elektromagnetiska feltið«.  Hon sigur víðari, at eisini sjálv antennan í fartelefonini er vandamikil, og mælir fólki bara at brúka fartelefonina í neyðsstøðu og so heldur senda textboð.
Harumframt er lóggávan á økinum ikki sett eftir heilsufyrilitum, men bert eftir ynskjum frá vinnuni, sigur Dode.

Meðan kanningin varð gjørd, var hægst málda feltstyrkin 40.78µW/cm² og minsta var 0.04µW/cm², smb. PubMed.

Føroyar hava onga lóggávu yvirhøvur á hesum øki, men sum skilst, verður hugt eftir hámørkunum hjá WHO.Hesi somu hámørk verða tó ofta hart kritiseraði, tí hesi mørk fyrihalda seg ikki til biologiska ávirkanin frá mikrobylgjum, men bara um termisk upphitan av vevnaði (kroppinum) hendir.

Grafikkur og mynd við loyvi frá:
Adilza Condessa Dode

Viðmerk

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

*

Share This